Ein 20 ára gamal maður úr Nigeria gjørdi ikki mætari enn at svølgja 1,2 kilo av kokaini, tá hann herfyri bleiv steðgaður við eina tollstøð í Østfold í Noregi, skrivar Dagsavisen. Tollararnir høvdu illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, so teir gjørdu av at fara á eitt sjúkrahús við manninum, og har vístu røntgenmyndir, hvat hann hevði í maganum. Nú skal tann 20 ára gamli sita í varðhaldi til tann 17. mai.
Norska tollvaldið hevur bara eitt dømi um, at ein maður hevur svølgt meiri enn 1,2 kilo av rúsevni fyri at fjala tað fyri tollarunum. Ta ferðina svølgdi ein smuglari hálvtannað kilo, men tað bleiv eisini avdúkað.