Vøllurin, sum lat upp tann 1. desember, hevur verið væl vitjaður, hóast hann var afturlatin vegna tekniskt brek, tá áhugin annars var størstur at brúka hann.
Hóast brekið, so vitjaðu umleið 12.000 fólk vøllin í jólamánaðinum.
Avgjørt er, at seinasta vikuskiftið, ísvøllurin er opin, er vikuskiftið frá 1. til og við 3. február. Tann 4. februar verður byrjað at rudda av, sigur borgarstjórin Heðin Mortensen, sum upplýsir, at um stutta tíð skal royndin at hava vøllin á Vaglinum eftirmetast.
Ísvøllurin er opin hvønn mánadag til og við leygardag frá 10 til 22, og sunnudag frá 14 til 22.
Ísvøllurin á Skálatrøð lat fyrstu ferð upp í januar 2011 og var opin til fyrstu viku av apríl.
Íshøllin á Skálatrøð lat upp umleið 1. desember 2011 og var opin til 18. mars 2012.
Vøllurin á Vaglinum lat upp 1. desember 2012 og letur aftur nú 4. februar 2013.
Vitjunartalið hevur ligið frá 8000 upp í 14000 um mánaðin.