Hvussu hørð skal revsingin vera fyri at svína eina unga gentu til á internetinum.
Tað skal Føroya Rættur taka støðu til í næstu framtíð.
Ein maður úr Havn er skuldsettur fyri at hava lagt niðrandi myndir og myndir av seksuellum slagi av eini ungari gentu, sum hann kendi, út á almennu internetsíðuna www.scor.dk, har tær lógu í eitt heilt ár.
Talan var tilsamans um 17 myndir og afturvið myndini hevði hann lagt rættiliga ágangandi og seksuellan tekst um gentuna á internetið um at hon leitaði eftir fólki at hava seksuelt samband við.
Og hon var ahugað í øllum slagi av seksuellum sambandi, bæði við monnum, kvinnum og pørum.
Sjálv varnaðist gentan ikki myndirnar fyrrenn eitt ár var farið og hon fór at fáa reaktiónir upp á myndirnar.
Talan var um privatar myndir hjá henni og dronginum, sum maðurin, ið var vinmaður drongin, hevði fingið sær fatur á og hevði lagt á internetið.
Maðurin er ikki avhoyrdir í rættinum enn og tí er óvist, hví hann fór so drastiskt og ódámligt til verka, at hann legði myndirnar á interneti, saman við saftigum teksti um seksuelt samband.
Gentan følir eg illa ærumeidda og hevur kravt, at maðurin verður revsaður og samstundis krevur hon endurgjald.
Málið kundi ikki viðgerast liðugt í dag, tí maðurin hevði nústani í morgun fingið sær verja, sum vildi hava stundir at seta seg inn í málið.
Men verjin upplýsti annars, at maðurin játtaði tey faktisku viðurskiftini í málinum, men um hann annars játtar seg sekan í skuldsetingunum, er enn óvist.
Hetta er fyrsta mál av hesum slagi í Føroyum, men grundað á líknandi dómar, sum eru sagdir í Danmark, fer ákærin at krevja mannin í fongsul í 14-20 dagar.