Kanningar hjá danska matvørueftirlitinum hava avdúkað, at í 11 av 70 royndum var svínakjøt uppi í oksakjøti, og í sjey av royndunum var so mikið nógv svínakjøt, at tað kann ikki vera blandað saman av misgáum.
Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at so nógv svínakjøt er í oksakjøti.
Hon sigur, at myndugleikarnir fara undir eitt umfatandi eftirlitsátak fyri at fáa greiði á, um fyritøkurnar snýta við vilja.
Tað er ikki so langt síðani, at kanningar avdúkaðu, at rossakjøt var blandað upp í oksakjøt í fleiri londum, teirra millum Danmark.