Svínoy - fyrsta oljukeldan

Svínoy fer oljukeldan at eita, tá og um bretska oljufelagið BP rakar við olju á landgrunninum í fyrstu boringini næsta ár. Tað verður boripallurin Jack Bates, sum fer at bora fyrsta brunnin hjá BP á ólavsøku 2001. Møguliga oljukeldan liggur 5000 metrar niðri í undirgrundini.

 

Jan Müller


Bretski oljurisin BP hevur leigað ein av heimsins mest framkomnu boripallum, Jack Bates til at bora á føroyska landgrunninum um ólavsøkuleitið ella fyrru helvt av august næsta ár. Gongst eftir ætlan verða tveir brunnar boraðir. Talan er um boring á 1000 metra dýpi og verður borað 5 kilometrar niður í undirgrundina, har serfrøðingarnir hjá BP halda seg síggja tað, ið líkist eini stórari oljugoymslu. Henda boringin fer at taka einar 60 dagar.

Føroyabólkurin hjá BP, serfrøðingar av ymsum slag, hevur júst vitjað í Føroyum fyri at kunna seg við viðurskiftini her og fyri at gera fyrireikingar til komandi leiting. Leiðarin í Føroyabólkinum, ið telur umleið 16 fólk, er Brian Mitchener. Hann dylur ikki fyri, at ovasta leiðslan í BP raðfestir Føroyaøkið millum fremstu av komandi oljuøkjum hjá BP í altjóða høpi.

? Vit eru ótrúliga fegnir um, at hava fingið júst tað økið sum vit bóðu um og hava vit longu navngivið tey trý prospektini (øki í undirgrundini, har teir meta olja finst) við føroyskum nøvnum. Navnið á fyrsta prospektinum ? økinum ? har teir fara at bora mánaðarskiftið juli/august næsta ár er Svínoy. Næsta økið, har enn enn brunnur verður boraður er Viðoy, og tiðja økið hevur fingið navnið Kunoy. Alt lisensøkið BP hevur fingið tillutað verður nevnt Borðoy. Um nøvnini eru tilvildarliga vald ella BP hevur valt at standa væl um sátt við stýrandi politikarnar úr Norðoyggjum skal standa ósvarað!

BP hevur bundið seg til at bora tríggjar brunnar komandi trý árini, men verður rakt við olju í tí fyrsta brunninum, er ætlanin at bora enn eina brunn næsta heyst.

Tosað hevur verið um at skipa ein felagsskap »Faroese Operators Organisation«, har operatørarnir samarbeiða á boriøkinum og á øðrum økjum við. Hetta samstarvið hevur fingið fullan stuðul frá Oljumálastýrinum. Tað tykist eisini at vera lættari nú hjá operatørunum at fáa hendur á hóskandi boripallum til hetta økið, nakað, sum fyri stuttum sá svart út. Brian Mitchener frá BP heldur tað er sera positivt fyri alt Atlantsmótið, at tað er møguligt at fáa fatur á boripallum.


Einki avgjørt um útgerðarhavn

Sosialurin skilur, at hvørki BP ella hinir operatørarnir hava avgjørt, hvørja havn í Føroyum teir vilja brúka til útgerðarhavn. Talan er um tríggjar møguligar havnir og tosa operatørarnir sínámillum um henda spurningin. Ætlanin er so at tosa við Oljumálastýrið m.a. fyri at vita, um tað eru serstøk politisk ynski í hesum máli. Hóast feløgini skulu leggja fram fyri myndugleikarnar, hvat tey ætla at gera á teimum ymsu økjunum, so hava tey ikki fingið nakað krav um at seta navn á útgerðarhavnina til tann 17. november, tríggjar mánaðir eftir loyvisgevingina, tá feløgini skulu leggja sínar arbeiðsskráir fyri myndugleikarnar.

Spurningurin um veruliga tørvin á eini útgerðarhavn í sjálvum leititíðarskeiðnum hevur ikki verið nógv umrøddur higartil, og vit spurdu tí Brian Mitchener frá BP, um ein boripallur ikki er so mikið væl útgjørdur, tá hann kemur í føroyskan sjógv, at tørvurin á eini føroyskari útgerðarhavn og føroyskum vørum og tænastum er minimalur!

-Tað er avmarkað pláss á slíkum palli. Vit hava avgjørt brúk fyri eini útgerðarhavn og fyri at kunna keypa vørur og tænatur úr landi í Føroyum so sum brenniolju, mat o.a. Hetta er eisini nakað, sum operatørarnir tosa um saman.

Hann vísir á, at teir í løtuni eru við at hyggja at øllum logistikkinum í økinum. Tað er stytri úr Føroyum til oljufeltini í bretskum sjógvi, Foinaven og Schiehallion enn til Peterhead og fara teir eisini sum ein møguleika at hyggja nærri at, um tað kanska er lættari at veita ávísar tænastur til hesi oljufeltini eisini úr Føroyum. Hetta kann vera ein møguleiki men enn er eingin avgerð tikin um tað.

Annars er ætlanin at flyta øll fólkini til og frá pallinum um føroyskan flogvøll við undantaki av vánaligum umstøðum so sum illveðri og mjørka, tá tað kann hugsast at farið verður beinleiðis til Bretlands.


Føroyar týðandi leiklut

Føroyski landgrunnurin eigur ein týðandi leiklut í framtíðar strategiini hjá BP í Norðurvestureuropa. Framleiðslan hjá felagnum í dag frá hesum økinum er uppá 800.000 tunnur um samdøgrið og ætlanin er at fáa økt hana til 1 mill. tunnur. Til tess at kunna tryggja hesa øking næstu 10 árini er Føroyaøkið ein týðandi partur.

Hjá BP dylja teir ikki fyri, at onnur oljufeløg hava víst stóran áhuga fyri at vera við í tess Føroyalisensi. Talan er m.a. um feløg, sum ikki fingu tillutað nakað loyvi í útbjóðingini. Men BP vil framvegis vera einsamalt um hetta loyvið. Og kann hetta bert skiljast sum at felagið metir góðar møguleikar vera at gera fund og tí einki hevur ímóti at standa einsamalt við øllum váganum.

Vit spurdu Brian Mitchener í hvønn mun teir ætla at krevja av borifelagnum teir gera avtalu við um at brúka føroyskar vørur og tænastur og harvið halda seg til grein 6 í oljulógini. Hann sigur, at sum operatørur fara teir sjálvandi at fylgja tí, sum álagt verður teimum í føroyskari lóg.

Men hvat fara teir at gera, um tað verður dýrari at fáa hesar vørur og tænastur úr Føroyum enn úr eitt nú Bretlandi? ? Vit fara at kanna umstøðurnar her og eg trúgvi ikki, at útreiðslurnar verða hægri við at brúka føroyska marknaðin. Avbjóðingin verður sjálvandi ikki at økja útreiðslurnar fyri eitt slíkt boriarbeiði við Føroyar í mun til aðrastaðni. Vit royna at fáa føroyingar við, men sjálvandi ikki fyri ein og hvønn prís. Eg trúgvi eisini, at føroyingar sjálvir hava áhuga í at vera kappingarførir.

BP-stjórin sigur, at teir hava tosað við føroysku myndugleikarnar um hesi viðurskiftini, sum hava gjørt tað púra greitt fyri teimum, at tað skal vera eitt føroyskt element við í arbeiðinum. ? Vit ætla okkum at fylgja hesum soleiðis at føroysk virki vera við í arbeiðinum.


Leita eftir høli og íbúðum

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyabólkurin hjá BP vitjar. Føroyski stjórin í føroysku deildini hjá BP, Hjarnar Djurhuus leggur alstóran dent á, at útlendsku oljufeløgini fáa innlit í føroysk viðurskifti og hesar seinastu dagarnar hava BP-fólkini m.a. sitið á skúlabonki og lært nakað um føroyska málið. Tórður Jóansson, sum er kønur bæði í føroyskum og enskum og er góður ambassadørur fyri báðar mentaninar hevur undirvíst og er ætlanin, at hann skal halda fram at undirvísa oljufeløgunum í føroyska málinum. Eisini fáa tey innlit í føroyska mentan og samfelagsviðurskifti.

Higartil hevur BP hildið til í leigaðum hølum á Skansavegi. Nú nærkast leitingini og eini 10 til 16 fólk skulu starvast á skrivstovuni dagliga er tørvur á meiri plássi og í løtuni verður leitað eftir einum nýggjum høli til skrivstovu. Eisini verður leitað eftir íbúðum til fleiri av fólkunum.

? Vit vilja hava eina nóg stóra skrivstovu, haðani okkara fólk kunnu hava sera góðar samskiftismøguleikar við Aberdeen.

Teir kunnu seta upp útgerð her men fara at gera mesta av tí tøkniliga arbeiðinum í Aberdeen. Ætlanin er eisini at skipa so fyri, at føroyingar og her serstakliga umboð fyri Oljumálastýrið kunnu sita á skrivstovuni og fylgja allari boringini »live« á telduskíggjanum, tá tann tíð kemur sigur Brian Mitchener.

Uppá fyrispurning um tað ikki hevði gagnað eini komandi 2. útbjóðing á føroyskum øki, um feløgini, sum fingu loyvi, pliktaðu seg til eisini at bora inni á basaltinum sigur Brian Mitchener, at rættast er at brúka orkuna uppá at finna olju í bestu økjunum. Teir vita eisini so lítið um økini, har tjúkt basalt er. Men fer tað at ganga væl við leitingini, og teir fara at fáa atgongd til nýggja tøkni, so fer m.a. BP komandi árini at brúka orku uppá at loysa basaltgátuna tvs. kunna síggja niður gjøgnum basaltið og harvið lata upp fyri einum nógv størri øki til oljuleiting longur inni á landgrunninum. Ein partur av pengunum, sum BP hevur játtað at brúka í Føroyum, er nevniliga eisini til at fíggja víðari kanningar av nettupp økjum við tjúkkum basalti.