Tað visti Útvarpið at siga mánadagin.
Um tríggjar vikur verður borgarafundur í Svínoy um samanleggingina, og síðani skal fólkaatkvøða verða í oynni.
-Eldrasambýlið, sum skal byggjast í Svínoy, er beinleiðis orsøkin til, at kommunan nú verður partur av Klaksvíkar kommunu, sigur Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy, við Útvarpið.
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, væntar, at Norðoyggjar verða ein kommuna um ikki so langa tíð.