Leygardagin í næstu viku verður árliga Útoyggjastevnan. Í ár eru svínoyingar vertir.
Ein partur av skránni er aðalfundurin í Útoygjafelagnum, men annars eru nógv spennandi tiltøk á skránni henda eina dagin.
Ein serlig framsýning er við gomlum bátum, - ein onnur framsýning er við list, og til ber eisini at vitja ein gamlan handil í bygdini.
Á skránni er eisini gongutúrur, barnatiltak, fótbóltsdystur og afturvendandi togtoganin millum útoyggjarnar.
Svínoyingar vænta nógv fólk á ársins útoyggjastevnu. Her fara tey at gera alt fyri at øll skulu fáa eina minniliga stevnu.
Ein serlig ferðaætlan verður løgd henda leygardagin 23. juni. Á henda hátt kunnu fólk einfalt koma fram og aftur.
Mynd: heimabeiti.fo