Seks svínoyarbátar við umleið 40 monnum vóru á útróðri 13. desember 1913 ella fyri hundrað árum síðani. Ein bátur, Havgásin, bar ikki boð í bý, og seks menn sjólótust.
Ein av teimum, sum komu úr vandanum henda dagin, var Jógvan Justinussen ella Jógvan Uppi í Húsi, sum hann varð nevndur. Fyri hálvthundrað árum síðani, greiddi hann Roberti Joensen frá um hendingina. Í jólabókini Hugnalig jól hetta sama árið stendur frágreiðingin, sum tað her verða tikin brot burturúr.
Jógvan var við rúmliga seksmannafarinum Beskytteren. Um heystarnar róðu svínoyingar úr víkini við seksmannaførum, og umframt Havgásina, sum gekk burtur, og Beskytteren, vóru hesir bátar á útróðri henda dagin fyri hundrað árum síðani: Oddur, Ormurin Langi, Svanurin, Svínoyggin og Gamla Laura.
Jógvan Uppi í Húsi greiddi soleiðis frá:
Henda morgunin stóð barometrið í botni, og vit fóru í myrkri og settu fyri lýsing Úti í Miðhavi hjá svínoyingum. Veðrið var hampuligt, meðan vit settu línurnar, men hann stóð sum ein ímpottur sunnanfyri, og skjótt gjørdi hann nógvan vind á útsynningi. Vit settu í suðurráki fýra langar línur, 50 stykki tilsaman. Hjá okkum vórðu línurnar drignar inn av kraft, og eingin talaði um at ganga frá. Vit fingu passaliga tungan bát av sløgdum fiski og kastaðu grótið út.
Siglingin
Vit vóru norðasti bátur, og eftir umstøðunum lógu vit ringast fyri, tá ið innaftur skuldi farast. Tað var okkum øllum greitt, tá ið seglið skuldi setast, at hetta kom at vera ein vandaferð, um tað eydnaðist okkum at skera inn fyri broddin. Tað vil siga at koma inn um, áðrenn broddurin kemur, so at neyðugt verður at leggja á broddin.
Her var eingin tíð út at geva. Jóhannes í Ovasta húsi fór til róðurs, og seglið varð sett. Sivar sat í læborði á rúmbekki og skuldi oysa, Poul Jóhannes sat í luborð á lærbekki, Símun sat í luborð á rúmbekki, Poul Hans Michael sat í luborð á bógbekki, og Oliver sat í luborð á toftubekki. Hann sat við dragið, sum gekk inn undir bógbekk, og eg sat í læborð á toftubekki, hattleysur og helt hendurnar inn í seglið – í honkina, sum eg skuldi toga í, um segl skuldi lækkast.
Sivar mælti til at repa seglið, men einki varð svarað til hetta. Eina løtu eftir at seglið var sett, og báturin hevði fingið ferð, kom ælið norður eftir havinum og á bátin. Tá tognaðu spennini so nógv, at seglið mátti leggjast, og tá ið ælið kom á okkum, var vindurin helvtina meira, enn hann hevði verið, stormur at kalla. So nógv vóru spennini tognað, at tey máttu spennast heilt av nýggjum, og so varð seglið aftur sett.
Broddurin
Áðrenn vit komu inn ímóti broddinum á Fugloyarfirði, sum okkum ikki eydnaðist at skera inn fyri, rópti ein av bátsskipanini, at ein táttur í blokkinum, sum dragið gekk ígjøgnum, brast, og tað gekk meiri sjógvur á bátin tá í løtuni, enn oysast kundi út um aftur.
Sivar bóndi, sum var í rúminum, segði eisini fyri mongum manni, at so nógv stóð á bátinum undir hesari sigling, at stundum stóð sprænurin upp millum súðirnar í rúminum á hesum væl bygda báti. Og sjálvur sá eg, at so nógv gav báturin seg, at stundum var snældan minst ein tumma niður frá bógbekki. Men siglast mátti, skuldu vit hava vónir um at koma inn um broddin. Frætt havi eg frá øllum monnum, sum við vóru, at vit roknaðu allir við at doyggja, tá ið lagt varð á broddin.
Tá ið fyrsta stóra brotið kom á okkum sunnanífrá úr broddinum, spurdi Olivar meg, um hann ikki skuldi lækka seglið og geva út av dragnum. Eg svaraði nei. Tí tók róðursmaðurin bátin norð móti Fugloynni, so at hesin sjógvurin hevði brotið tvær ferðir, áðrenn vit fingu hann. Í somu stund tók eitt annað brot seg upp so nær bátinum, at ikki bar til annað enn at halda ímóti. Tá spuredi bróður meg aftur, um hann ikki skuldi lækka seglið. Eg svaraði, at hann skuldi ikki lækka seglið, fyrrenn róðursmaðurin rópti á hann so at gera.
Hvussu vit komu ígjøgnum hetta brot, dugi eg ikki at greiða frá, men uppfyri komu vit, og tá ið vit komu uppfyri, slongdust tríggir toskar úr bógrúmi og aftur í rúmið. Sivar syfti hesar toskar aftur í skut.
Vit sluppu inn um broddin og úr vandanum. Tá ið vit vóru komnir væl innum, hugdu vit eftir bátunum, sum sigldu sunnanfyri, og tá sóu vit, at eitt segl restaði. Sum so mangan her á landi kom sorg í mangt heimið í Føroyum hetta árið upp undir jól, og var tað eitt undur, at mangir við mær sluppu úr vandanum, greiddi Jógvan Justinussen Uppi í Húsi í Svínoy frá fyri Roberti Joensen fyri hálvthundrað árum síðani.
Hugsaðu sítt
Poul Jóhannes Poulsen, Pollarin nevndur, mundi vera hin seinasti av teimum, ið vóru á útróðri henda dagin, sum fór undir grønu torvu. Hann var væl kendur maður, var skemtingarsamur og visti frá mongum at siga frá.
Jukim Olsen, sáli, segði, at svínoyingar minnast, at hann skuldi siga, at hann – sum altíð – sat við einari skrá í munninum, tá teir sigldu inn. Tá teir komu í broddin, var hann so fullvísur í, at teir ikki fóru at bera boð í bý, at hann spýtti skráina fyri borð. Hann helt ikki, at tað hóskaði seg at sjólátast vit skrá í munninum!