Svøríki ein sigur frá endaspælinum

Tað er nú liðin ein góð tíð síðan Svøríki so gott sum tryggjaði sær luttøku í EM-endaspælinum, men teir mangla framvegis at leggja seinastu hond á verkið. Eitt stórt fet tóku teir tó í dag, tá ið teir vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Liktinstein.

Eftir hálvum tíma var 2-0 til Svøríki, við málum frá Marcus All­bäck og Fredrik Ljungberg.

Eitt mál kom í seinna hálvleiki, og hetta skeyt Christian Wil­helmsson tá ið 55 minuttir vóru leiktir.

 

Svøríki liggur nú saman við Spania á odda í bólki F, og eru fýra stig frammanfyri Norðurírland á triðja plássi. Svøríki hevur tó leikt ein dyst færri enn Spania og Norðurírland.