Svøríki fær minni ávirkan í ES í framtíðini

Sviar fara at missa ávirkan í ES, nú teir søgdu nei til at fara upp í evrusamstarvið.

Gøran Persson, forsætisráðharri, royndi sunnukvøldið at leggja dent á, at sviar høvdu sagt nei til evruna, men ikki til ES.

Men úrslitið sunnudagin fer eftir øllum at døma at ávirka svenska limaskapin í ES kortini. Í hvussu er var formaðurin í ES-nevndini, Romano Prodi, ikki í iva, tá svenska sjónvarpið spurdi hann, um úrtslitið fer at ávirka støðu Svø´ikis í samveldinum.

-Tað er eingin ivi um, at svenska avgerðin fer at bera í sær, at landið fær minni ávirkan í ES, svaraði ein avgjørdur Romano Prodi. Hann segði, at hann í síðstu viku hevði verið á einum fundi um búskaparligu viðurskiftini í ES í framtíðini, og at har var Svøríki ikki við í myndini.

Leiðandi politikarar í ES-londunum duldu heldur ikki fyri, at teir vóru vónbrotnir av svenska úrslitinum. Týski kanslarin, Gerhard Schrøder, segði, at tað hevði tænt bæði Svøríki og ES, høvdu sviar sagt ja, tí tað ber ikki til at fáa fulla nyttu av teimum nógvu møguleikunum á evropeiska marknaðinum uttan eitt felags gjaldoyra, segði Schrøder.

Í ES-tinginum vóru fólk eisini vónbrotin. Formaðurin í tí konservativa tingbólkinum, Hans-Gert Pøttering, viðgekk, at hann var sera vónbrotin, og hann segði seg ikki ivast í, at teir flestu ES-borgararnir høvdu somu áskoðan sum hann. Graham Watson, sum er formaður í tí liberala tingbólkinum, var eisini vónbrotin. Hann helt, at svenska stjórnin hevði ikki megnað at sannføra veljararnar um teir nógvu fyrimunirnar, sum evrusamstarvið ber í sær.

Í Danmark fylgdu politikararnir væl við svensku fólkaatkvøðuni. Í sjónvarpinum sunnukvøldið vildi Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, ikki siga nakað um, nær danir skulu taka støðu til evruna, men hann legði tó afturat, at spurningurin um danska luttøku í evrusamstarvinum fær uppaftur størri týdning, tá tey nýggju limalondini koma uppí næsta ár.

Teir donsku politikararnir, sum eru ímóti evruni, vóru sum vera man væl nøgdir við svenska úrslitið.