Tað verður ein rein norðulendsk finala í EM-hondbólti í morgin. Tað syrgdi Svøríki fyri, tá flickorna vunnu á rumensku favorittunum.
Dysturin var javnur allan vegin, men tá á stóð, traðkaði stóri svenski leikarin, Linnea Torsteinsson í karakter og skoraði avgerandi málini, tá eingin annar tordi.
Svøríki kom frá einum 13. plássi við HM, og hevur ongantíð verið nær námendis einari finalu, men søgubøkurnar mugu nú skrivast av nýggjum.
Talan verður um reina norðurlendska finalu, tí í hinari semifinaluni, sum verðu rleikr klokkan 16, skulu stórfavorittarnir úr Noregi møta heimavallarliðnum úr Danmark. Øll liðini hava tapt í minsta lagi ein dyst við EM.
Og Danmark hevur iki vunnið móti grannunum úr Noregi níggju tær seinasstu ferðirnar. Men danski venjarin biður øll um ikki at hyggja eftir hagtølunum. Og hvør veit. Seinastu ferð EM var í Danmark ? í 2002 ? tók heimaliðið øll á bóli við at vinna meistaraheitið.
So kanska tað verður Jan Pytlick og donsku stjørnurnar, sum skulu møta Svøríki í finaluni ? sjálvt um Noreg eru favorittar.
Svøríki vann dystin 25-23 og harvið vann Linnea Torsteinsson dyrsin móti stóru rumensku stjørnuni, Christina Negau.