Ein rúgva av venjingardystum fyri landslið í Europa hava í kvøld verið spældir. Størstan áhuga høvdu dystirnir hjá norðanlondunum Svøríki og Íslandi, umframt at Frakland-Spania og Holland-Italia eisini møttust í uppgerðum.
Svøríki spældi á útivølli móti oddaliðnum í bólkinum hjá Føroyum og verandi europameistarunum, Portugal. Og hóast tað sá svart út hjá Svøríki í fyrra hálvleiki, framdi svenska liðið í seinna hálvleiki megnar avrik. Tað eydnaðist nevniliga Svøríki at venda 2-0 leiðsluni hjá Portugal frá fyrra hálvleiki til ein 3-2 sigur til Svøríki. Fyrst við tveimum málum frá miðvallaranum Viktor Claesson, og so í yvirtíðini við sjálvmáli frá portugisiska verjuleikaranum, Joao Cancelo.
Eisini Ísland megnaði at vinna flottan sigur á útivølli. Teir spældu í Dublin móti Írlandi í einum dysti sum íslendingar vunnu 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt evnaríki verjuleikarin, Hørður Magnusson, sum dagliga spælir fyri Bristol City í Onglandi.
Av hinum uppgerðunum, sum á pappírinum vóru spennandi, vann Italia 2-1 sigur á útivølli móti kreppurakta Hollandi, meðan Spania vann sannførandi 2-0 sigur móti Fraklandi í París.