Svøríki hevur í løtuni hægstu koronaandlát í Evropa

Seinastu vikuna hevur Svøríki vátta 6,25 andlát fyri hvørja millión íbúgvar. Tað eru hægst í Evropa.

Svøríki hevur seinastu sjey dagarnar skrásett fleiri koronaandlát per íbúgva enn nakað annað evropiskt land.

Tað vísa tøl frá vísindaligu onlineútgávuni Our World in Data.

Í miðal hevur Svøríki millum 12. og 19. mai vátta 6,25 andlát um dagin fyri hvørja millión íbúgvar.

Tað var hægsta miðaltal í Evropa beint framman fyri Bretland, sum skrásetti 5,75 andlát fyri hvørja millión íbúgvar.

Svøríki hevur fingið nógv uppmerksemi undir koronakreppuni. Orsøkin er, at sviar hava valt eina aðra – og nógv minni restrikitva – tilgongd til útbreiðsluna av koronavirus.

Millum annað hava skúlar og matstovur ikki verið biðin um at steingja.

Myndugleikarnir hava í staðin í stóran mun latið tað verið upp til landsins borgarar sjálvar at verja seg ímóti koronavirus.

Yvir alt tíðarskeiðið við koronaútbrotinum hevur Svøríki tó lægri deyðstøl fyri hvønn íbúgva, enn lond sum Bretland, Spania, Italia, Belgia og Frankaríki.

Hinvegin er svenska talið munandi hægri enn hjá norðurlendsku grannunum.

/ritzau/Reuters