Svøríki: Javnaðarflokkurin og Mederaterna metlága undirtøku

Størstu flokkarnir í Svøríki, Javnaðarflokkurin og Moderaterna, kunnu vænta ser tað vánaligasta valið til ES-tingið nakrantíð, vísir seinasta veljarakannignin. Vinnari av valinum vætnast sambært kanningini at vera Vinstraflokkurin, Kristendemokratarnir og Sverigesdemokratarnir, sambært Sifo.

Í næstu viku verður val til Evropatingið, men seinastu meiningakanningarnar eru ikki tespiligur lesnaður fyri størstu flokkarnar í Svøríki. Á sísðta ES vali í 2014 fingu Moderaterna bara 13,7 prosent, sum var hildið at vera eina fiasko. Flokkurin væntast nú at fáa 13,5 prosent av atkvøðunum, eitt tal sum væntast, tí viðhaldsfólkið hjá Moderaterna eru millum tierra, sum hava ringastu vallutøku á ES-valum.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 21,9 prosent av atkvøðunum í kanningni, í mun til 28,3, sum flokkurin fekk á ríkisdagsvalinum í hesyt. Teir flokkar, sum standa til at vinna valið sambært kanningunum, eru á báðum síðum í politiska spektrinum. Vänsterpartiet stendur til at vaksa frá 6,3 til 9,5 prosent. Stuðlar hjá flokkinum eru millum teirra, sum tíma best á ES-val, so Vänsterpartiet kann vinna upp á eina lága valluttøku.

Høgrumegin hava Kristindemokratarnir nærmast tvífaldað atkvøðutalið frá 5,9 til 11,2 prosent. Ta størstu framgongdina hava Svøríkisdemokratarnir. Í 2014 fingu teir 9,7, nú standa teir til at fáa 19,9 prosent av atkvøðunum. Sifo ávarar tó um, at tað er ringt at meta um undirtøkuna hjá Svøríkisdemokratunum valdagin, tí teirra veljarar eru teir, sum tíma ringast á ES-val.

 

Fakta: Veljarakanning 10.-15. mai (Valúrslit ES-valið 2014 í klombrum)

 

Socialdemokraterna: 21,9 % (24,2 %)
Sverigedemokraterna: 19,9 % (9,7 %)
Moderaterna: 13,5 % (13,7 %)
Kristdemokraterna: 11,2 % (5,9 %)
Miljöpartiet: 9,6 (15,4 %)
Vänsterpartiet: 9,5 (6,3 %)
Centerpartiet: 7,6 (6,5 %)
Liberalerna: 4,1 (9,9 %)
Feministiskt Initiativ: 1,2 (5,5 %)
Øvrige partier: 1,6

 

Kelda: Sifo