Politisturin, sum tann 13. mai skjeyt og drap ein 69 ára gamlan mann í Husby, verður nú mistonktur fyri at hava elvt til annans mans deyð. Hesin tilburður festi eftir øllum at døma í og kann hava verið orsøk til svenska ungdómsófriðin.
Bæði tann 69 ára gamli og nógv tann størsti parturin av teimum ungu, sum síðstu vikuna hava verið ófriðarkroppar og gjørt herverk, hava útlendskan uppruna. 80 prosent av íbúgvunum í Husby hava minnilutabakgrund.
Politiið tók til skotvápn, tí tann 69 ára gamli hótti bæði politistarnar og onnur við einum longum machete-knívi, og hóast fleiri áheitanir, vildi hann ikki binda frið og gevast við hóttanum sínum.
Eftir fyrstu upplýsingunum frá politinum doyði maðurin á sjúkrahúsi, men seinni er komið fram, at hann longu var deyður í íbúð síni, har politiið var farið at handtaka hann.