Svenski Ríkisdagurin samtykti í gjárkvøldið at góðkenna Lissabon-sáttmálan Orðaskiftið um sáttmálan var eitt av teimum heilt drúgvu, men endin varð, at 243 ríkisdagslimir atkvøddu fyri, 39 atkvøddu ímóti, og 13 atkvøddu blankt. 54 tinglimir vóru ikki á fundi.
Sostatt hava 25 av teimum 27 ES-londunum nú staðfest Lissabon-sáttmálan, men hann fær ikki gildi, fyrr enn øll londini hava staðfest hann.
Í summar vrakaðu írar sáttmálan á einari fólkaatkvøðu, og í næsta mánað fer írska stjórnin væntandi at boða frá, hvat tað næsta stigið verður.