Svøríki vann 4-1 á Albania, men tá Portugal vann sín dyst móti Malta við 4-0, var einki hjá svium at gera. Nani, Simao, Velosco og Edinho skutu málini hjá Portugal, og so stóð greitt, at Portugal endaði framman fyri Svøríki í bólki 1. Danmark tapti fyri fyrstu ferð í undankappingini, tá útidysturin í Ungarn endaði við 1-0 til heimaliðið, men tað bilti minni hjá dønum, sum longu høvdu tryggjað sær víðari luttøku í kappingini.