Svøríki ætlar at spæla fótbólt við áskoðarum í juni

Í Svøríki hava tey enn ætlanir um at spæla fótbólt við áskoðarum frá miðskeiðis í juni.

Í Danmark er avgerð ikki tikin um enn um, nær fótbólturin byrjar. Men í Føroyum rullar fótbólturin aftur 9. mai.

Í Svøríki eru 32 fótbóltsfeløg samd um at spæla fótbólt aftur 14. juni.

Tað skrivar Svensk Elitfotboll, sum stendur fyri teimum báðum bestu svensku deildunum, Allsenskan og Superettan, eftir videofund í dag.

Tað er ætlanin í Svøríki, at dystirnir skulu spælast við áskoðarum hóast útbrotið av koronavirus.

Svensk Elitfotboll leggur tó dent á, at tey fara at fylgja gongdini viðvíkjandi koronavirus. Og fara at fylgja teimum ásetingum, sum verða settar frá myndugleikum og stjórnini.

Tey 32 fótbóltsfeløgini í teimum báðum bestu svensku deildunum, Allsvenskan og Superettan, eru hitgari samdir um at bryja kappingina 14. juni.

– Nú bíðar arbeiðið við at fáa gjørt árskalendaran fyri Allsvenskan og Superettan, skrivar Svensk Elitfotboll.

Sviar eru tó noyddir at bíða eftir Uefa, sum fyrst skal fáa greiðu á altjóða kaldendaranum.

Áðrenn Uefa, sum hevur fund hósdagin um málið, fær tað upp á pláss, kunnu dato ikki setast á ligadystirnar í Svøríki.

Í Svøríki var tað í eitt tíðarskeið loyvt at spæla venjingardystir, men eftir harðar atfinningar steðgaði hetta í síðstu viku eftir tilmæli frá heilsumyndugleikununm.

Allsvenskan skuldi upprunaliga verða byrjað 4. apríl, men varð útsett vegna koronafarsóttina.

/ritzau/