Í gjárakvøldið vann Danmark ein tryggan 27-24 sigur á Svøríki. Danmark hevur nú vunnið 8 av 8 dystum, áðrenn teir bresta saman við Spania í hálvfinaluni fríggjakvøldið klokkan 19.45.
Stóra svenska blaðið ?Expressen? er ivaleyst í sínari eftirmeting av dystinum. Expressen skrivar: - Danmark vann 27-24 á vøllinum, og 82-18 uttanfyri vøllin. Vit sótu í Malmø, og tað kendist sum vóru vit til ein dyst í Danmark, staðfestir svenska blaðið.
Expressen gevur eisini gætur ymisk stuttlig donsk skelti, sum vóru at síggja kring vøllin. Á tí eina skeltinum stóð: ?Danmark hevur fingið eina nýggja superarne. Tak fyri Svøríki? - har var sipað til nýggju høllina í Malmø. Á einum øðrum skelti stóð at lesa: - ?Nú taka vit Skåne aftur?. Danmark misti Skåne, Halland og Blekinge til Svøríki, aftaná kríggið í 1658.
Svenski venjarin, gamli stórspælarin, Staffan Olsson var eisini vónbrotin um, at Svøríki fekk meira stuðul á tí, sum á pappírinum var heimavøllur: - Tað kendist, sum var ein staddur í Danmark, segði Staffan Olsson í stuttari viðmerking aftaná dystin.
Svøríki spælir hálvfinalu ímóti Fraklandi fríggjadagin klokkan 17, har teir vónandi og væntandi koma at kenna seg á heimavølli.
Bronsufinalan verður spæld sunnudagin klokkan 13.30, og finalan verður spæld sama dag klokkan 16.