Svár kreppa í Newcastle

Kreppan er stór í Newcastle, sum enn ikki hevur vunnið, síðani Kevin Keegan tók við ábyrgdini av liðnum

Áskoðararnir fegnaðust, tá Kevin Keegan í mars mánaði varð settur í leysa venjarasessin hjá Newcastle.

Seinnu árini hevur felagið langt ífrá livað upp til vónirnar um eina støðuga plasering í oddinum. Og spælið var sjáldan átókt sjampanjufótbóltinum, sum felagið borgaði fyri, tá Keegan fyrru ferðina sat við stýrisvølin.


Ikki vunnið í ár

Tveir mánaðir og átta dystir seinni er fagnaðurin tó ikki eins sjónligur.

Hóast the Mighty Mouse, sum Keegan verður nevndur, hevur roynt at ført sítt æviga bjartskygni yvir á spælararnar, so hevur úrtøkan absolutt ikki verið nakað at reypa av.

Enn hevur Keegan ikki vunnið við felagnum í hesum umfarinum, seinasti sigurin var tann 16. januar, tá Newcastle vann 4-1 á Stoke í FA-Cup kappingini.

Í Premier League skal leitast aftur til 15. desember, um ein sigur skal finnast, og vána gongdin hevur sent annars stolta Newcastle við fúkandi ferð niður gjøgnum stigatalvuna.

Sjálvur er venjarin framvegis bjarstkygdur. Nú er tosið tó meira um møguleikarnar at halda sessinum í Premier League, og tí setninginum væntar Kevin Keegan at røkka.

- Vit hava ein væl samansjóvaðan hóp av spælarum, og vit hava allir trúnna uppá, at vit eru eitt nóg gott lið til at halda sessinum.

- Vit eru vísir í, at tað ber til. Tú skalt hava 40 stig, um tú skalt bjarga sessinum, so fýra sigrar afturat skuldu verið nóg mikið hjá okkum, sigur venjarin við enskar miðlar.


Lagnudystirnir

Komandi mánaðin fer at vísa, um hald er í útsagnunum hjá Keegan. Tá verða dystir móti fleiri av teimum liðunum, sum Newcastle stríðist við í botninum, og tað verða helst hesir, sum gera lagnuna hjá felagnum av.

Men tað er púrasta vist, at Newcastle illa er ført fyri at standa móti fíggjarliga bakkastinum, sum tað vildi verið, um felagið dettur eina deild niður. Fleiri av spælarunum á liðnum teljast millum teir heilt væl løntu í Premier League. Og tað er langt ífrá víst, at nøvn sum Owen, Martins, Given, Duff og Geremi vilja finna seg í sekunda-fótbólti.