Í Indonesia hava bjargingarlið funnið partar av tí svarta kassanum úr tí russiska flogfarinum, sum datt niður sunnan fyri Jakarta fyri trimum vikum síðani. Fyrr hava bjargingarfólk funnið aðrar partar av tí svarta kassanum, og sambært tíðindastovuni AP er allur tann svarti kassin funnin nú.
Myndugleikarnir vænta, at svarti kassin kann koma við týðandi upplýsingum um, hví tað russiska ferðamannaflogfarið datt niður í fjøllunum sunnan fyri Jakarta.
Flogfarið var av slagnum Sukhoj Superjet 100. 45 fólk vóru umborð, og øll doyðu.