Svøvntrupulleikar kunnu elva til hjartatrupulleikar

Hevur tú trupulleikar við svøvninum, skalt tú vera á varðhaldi, tí sambært nýggjum kanningum kann svøvnloysið økja vandan fyri hjartatrupulleikum

Granskararnir komu eftir, at fólk, sum hava ilt við at sovna, sova illa ella ikki kenna seg hvíld, tá tey vakna um morgunin, eru í tríggjar ferðir størri vanda fyri at fáa trupulleikar við hjartanum enn tey, sum sova væl og kenna seg hvíld.
Granskararnir skriva í tíðarritinum European Heart Journal, at teir duga ikki at siga, hví trupulleikar við svøvninum hava samband við hjartatrupulleikar, men at ábendingar eru um, at orsøkin er av lísfrøðiligum slagi.
Norski granskarin Lars Erik Sande Laugsand, sum var við í kanningunum, sigur við norska kringvarpið, at úrslitið vísir, at svøvnloysið er ein trupulleiki, sum skal takast í álvara, og at fólk eiga at venda sær til læknan, um tey hava trupulleikar við svøvninum. Sjálvur hevur hann varhugsan av, at í heilsuverkinum er svøvnloysið undirmett sum ein heilsutrupulleiki.
Hagtøl vísa, at umleið 10. hvørt fólk hevur trupulleikar við svøvninum.