Svakir íslendskir garpar

Bólkurin við longsta navninum á G! í ár, Ultra Mega Technobandið Stéfan, slapp at enda hóskvøldið á Spæliplássinum
Tey, sum ikki kendu bólkin frammanundan, fingu uttan iva ein hvøkk, tá ið villu teknorútmurnar vóru settar í gongd. Tí hesir fýra ungu garparnir sóu ikki út av tí heilt stóra, tá ið teir komu á pallin. Men tað vísti seg so síðani, at her var talan um nakrar svakar teknoknassar.

 

Eg haldi ikki, at eg havi sæð nakran forsangara flippa so nógv út, sum hesin. Hann var púra svakur, fyri at siga tað milt. Eitt sindur synd, at fólkið ikki heilt var við honum. Onkur dansaði í einum hornið framman fyri pallinum, men tað var ikki meiri enn tað.

 

Sjálvt um forsangarin var í so nógv fyri meg, so vóru sangirnir væl útsettir og ljóðaðu til tíðar heilt ókey.