Virkandi sýslumaðurin á Svalbard, Lars Fause, heldur, at oyggin kann gerast eitt norskt skattaparadís. Serliga Svalbardsavtalan, sum 40 tjóðir hava undirskrivað, tryggjar eitt lágt skattaprosent á oynni við líkarætti millum tjóðirnar.
Tað skrivar Dagens Næringsliv.
Eitt av høvuðspunktunum í avtaluni er, at Noreg ikki kann ríka seg við skattum og avgjøldum á Svalbard.
Svalbard hevur ein vinnuskatt, sum er 16%, einki mvg og eingi arbeiðsgevaragjøld. Í Noregi er vinnuskatturin til samanburðar 28%, har eru arbeiðsgevaragjøld og 25% meirvirðisgjald.
- Í framtíðini er tað ikki óhugsandi, at Svalbard kann gerast eitt skattaparadís, sigur virkandi sýslumaðurin á oynni, Lars Fause, við Dagens Næringsliv.