Svangligt á Eiðinum

Tað er toppur móti botni í Vági, tá svanga VB tekur móti B36, sum skal fylgja við í oddastríðnum

Enn eru ikki komin nøkur almenn boð úr Vági, hvussu viðurskiftini kring besta liðið verða framyvir. Tað hevur í longri tíð verið greitt, at tos hevur verið um umskipanir, og tá VB seinasta vikuskiftið leikti vinardyst móti íslendska Reynir sum part av 100 ára haldinum, var tað Dragan Kovacevic, sum hevði ábyrgdina av liðnum.
Sum skilst, so er ætlanin eisini fyribils, at tað verður Dragan, sum fer at hava ábyrgdina av liðnum komandi dystirnar, og í øllum førum stendur nýggj uppgáva fyri framman hjá VB sunnudagin.

Til dystin móti B36 hava vágbingar allar mans tøkar, og so er spurningurin, um tað hesaferð fer at eydnast betri við stigasavnanini. Í øllum førum hevur felagið nú havt tvær vikur til at klára tankarnar og tosið, sum hevur verið kring liðið, og kanska hevur hetta saman við 100 ára haldinum verið júst tað, sum hevur skula til hjá spælarunum.
Hjá B36 siga tey, at allir mans eru tøkir til dystin. Pól Thorsteinsson hevur leingi drigist við skaða í lærinum, men hann fer helst aftur at royna seg hesaferð.
Og loksins kunnu tey í B36 eisini hava brasilianska Wellington við í hópinum. Tað tók sína tíð, áðrenn innferðarloyvið hjá honum kom í rættlag, og tá hetta loksins var í lagi, gjørdi ein skaði um seg. Men alt hetta tykist nú vera í lagi, og so er spurningurin, hvørt hann fær pláss millum teir fyrstu ellivu á vøllinum.