Svanhild "eigur" klæðini hjá Eivør

Sum ein og hvør onnur stjørna hevur Eivør Pálsdóttir sín persónliga sniðgeva, sum ger hennara klæðir, tá hon skal framføra. 25 ára gamla Svanhild Biskopstø Strøm úr Kvívík ringdi til Eivør ein dagin og spurdi, um hon var áhugað. Har byrjaði so samstarvið teirra millum, og tað økist bara meira og meira

Kvívík:
Svanhild býr í einum kufferti, kann sigast. Hon er altíð á ferð. Sum persónligi sniðgevi hjá Eivør Pálsdóttir hevur hon altíð úr at gera, sigur hon. Og tað ger eisini, at hon ofta ferðast millum Danmark, har hon býr, og Ísland og Føroyar ? umframt at hon ferðast nógv til onnur lond fyri at fáa íblástur.
Í fyrstuni var tað tó ikki so nógv at gera, men tað hevur vundið upp á seg allatíðina, og í dag ger Svanhild ein kjóla um mánaðin til Eivør.
? Tað fer tó skjótt at verða til tveir, vænti eg, sigur hon.
Svanhild ásannar, at tað er torført at liva av at vera sniðgevi hjá Eivør, men hon hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til. Serliga um hon fær onkrar aðrar kundar líknandi Eivør.
? Eivør er avbera góð at arbeiða fyri. Hon setir nærum aldrin krøv, og tí sleppi eg so at siga at arbeiða, sum eg vil sjálv, og tað meti eg meg sjálva vera sera hepna fyri. Tí tað eru nógvir sniðgevar í dag, sum arbeiða fyri til dømis fyritøkur, og tá hava teir fingið ávísingar um, hvussu eitt plagg skal síggja út. Tá haldi eg hetta er so nógv meiri spennandi og avbjóðandi, greiðir Svanhild frá.

Føroyskt sermerki
Tað er heilt løgið at hugsa sær, at tann ið situr yvir av einum, er tann ið "eigur" klæðini, sum Eivør hevur upptraðkað í tað seinasta árið. Men tað er so, og tað er onki at ivast í, at her er talan um eina unga kvinnu, sum veruliga nýtur tað, sum hon ger til dagligt.
Svanhild og Eivør eru nakað líkar, tá ið umræður klædnastíl. Í øllum førum hevur Svanhild ikki upplivað tað enn, at Eivør hevur sagt nei til at fara í nakað, sum hon hevur gjørt.
Eivør sjálv gongur sera høgt uppí, at hon er føroyingur. Og tað roynir Svanhild altíð at fáa at skína fram í klæðunum. Tað er altíð eitthvørt føroyskt sermerki í klæðunum. Tað kann til dømis vera føroysk ull ella bindimynstur.
Mong munnu tey vera, sum minnst ein gulan og svartan topp, sum Eivør hevur verið í. Hann var bundin við føroyskum mynstri og fall væl inn í restina av klæðunum hjá henni.
? Eg brúki nógv tann føroyska búnan sum íblástur. Fyri at gera tað meiri brúkbart, og eg haldi, at tað er ein góður máti at halda lív í gomlum siðum, sigur unga kvívíksdaman.
Hon heldur ikki, at tað bilar nakað fyri føroyska búnan, tí hon brúkar bert partar av honum sum íblástur og fer ikki inn og beinleiðis broytir nakað við honum.
? Tað ger, at fólk kenna tað aftur frá okkara tjóðbúna, og og vit hava jú eina ørgrynnu av flottum bindimynstrum í Føroyum, sum væl kunnu nýtast í øðrum sniðum og litum, heldur Svanhild.

Góður møguleiki
Sum onnur listafólk mugu sniðgevar eisini fáa íblástur. Og tað sigur Svanhild ikki er nakar trupulleiki. Hon fær íblástur allastaðni har, hon er. Men hon ferðast eisini nógv av tí sama.
? Eg kann fáa íblástur frá einum grindadrápi, um tað skal vera. Eg dugi ikki at greiða frá tí, men ein fær íblástur allastaðni, um ein hevur eyguni opin, sigur hon.
Tað er heldur ikki bara kjólar, tað snýr seg um, tá tað kemur til Eivør. Av tí at Svanhild er persónligi sniðgevi hjá henni, so er tað ofta, at hon keypir til dømis smykkur, smyrsl ella ymiskt prýði eisini, sum hon heldur hevði riggað væl til Eivør.
Svanhild heldur, at hon sjálv er sera heppin at vera vorðin persónligur sniðgevi og kunna arbeiða so nógv einans eitt ár eftir, at hon fekk sína útbúgving. Og tað er onki at taka seg aftur í, at í og við tað er Eivør, sum hon ger klæðir til, so fær hon eisini gjørt vart við seg ymsastaðni.
? Hetta er ein góður møguleiki hjá mær, tí Eivør ferðast jú víða og upptraðkar, sigur Svanhild, sum tó leggur dent á, at henni dámar best at arbeiða við serligt gjørdum klæðum.
Um fólk ringja til hennara og biðja hana gera ein púra vanligan kjóla, so sigur hon nei.
? Fólk, sum ynskja nakað heilt serligt, sigi eg ja til. Men um so Eivør ringir og sigur, at henni tørvar ein kjóla, so verður alt annað lagt tilsíðis, inntil hann er liðugur.

Ongan favoritt
Gjøgnum seinasta árið hevur Svanhild gjørt nógvar kjólar. Og hvør kjóli hevur sína serstøku søgu.
Hon greiðir frá, at hon ikki altíð fær boð um kjólarnar í góðari tíð. Einaferð fekk hon boð um at gera ein kjóla eina viku, áðrenn Eivør skuldi brúka hann.
? Tann kjólan brúkti eg heilar 110 tímar uppá. Tað var ein hvítur kjóli, sum hon var í til listastevnuna í Føroyum, sigur Svanhild.
Av tí at tað var til eina listastevnu, so skuldi kjólin helst vera annaðleiðis. Og tað var hann eisini. Nógv broderí var á honum, og tað tók sína tíð at gera. Men tá samanumkom var kjólin klárur til tíðina, og Eivør sá knasandi gott út í honum til listastevnuna. Eisini kom nógv respons upp á kjólan.
Svanhild hevur ikki beinleiðis nakran kjóla, sum henni hevur dámað best. Men tá hon so hevur hugsað seg um eina løtu, nevnir hon ein grønan kjóla, sum Eivør var í, tá hon fekk virðislønir handaðar herfyri.
Ein grønur ull kjóli, sum hon bar ómetaliga væl. Eisini skaraði hon framúr, tí hon sum tann einasta kom í einum kjóla við sterkum liti.
? Tann kjólan løgdu nógv merki til.
Ein annar kjóli, sum nógv fólk góvu ans, var tann reyði, sum Eivør var í, tá hon sang til jólakonsertina í Christianskirkjuni.
Flennandi greiðir Svanhild frá, at tað var um reppið, at tann kjólin ikki kom fram til tíðina.
? Eivør mátti til Klaksvíkar at venja, og kjólin var her í Kvívík. Tað endaði við, at omma hennara kom við miklum skundi til Kvívíkar eftir honum og so til Klaksvíkar við honum, greiðir hon frá.
Men tað visti ongin av teimum 1.000 áhoyrarunum í Christianskirkjuni. Tey sóu bara eina fantastiska flotta Eivør í einum fantastiskum kjóla.

Summarframsýning
Men Svanhild er kortini ikki bara persónligi sniðgevin hjá Eivør. Hon fæst eisini við annað. Millum annað fer hon at luttaka á summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, sum letur upp í dag. Har fer hon saman við Jógvani Biskopstø at sýna fram nakrar kropsinstallatiónir, sum hon kallar tað.
Tað eru bert føroyingar, búsitandi í útlandinum, sum luttaka á summarframsýningini 2004. Endamálið er, at hesi kunnu sýna fram tað, tey gera.
Tað, sum Svanhild fer at sýna fram, eru ikki beinleiðis nøkur pløgg. Hon lýsir tað sum ein nevi av ull og 4.000 metrar av tráði, sum hon so evnar eina "kropsinstallatión" burturúr.
Og so fer Jógvan at gera nakrar krokitekningar av kvinnum í hesum, sum Svanhild hevur skapað. Hetta fyri at vísa, hvussu tað hevði sæð út á einum menniskjakroppi.
Eitt annað, sum Svanhild eisini fæst við er at gera armbond. Úr pleksiglasi evnar hon tey við hita, so at tey fáa ymisk skap og snið. Hon selur tey í Runavík og í einum handli á Strøgnum í Keypmannahavn.
? Tey selja væl niðri og eru munandi dýrari enn í Føroyum. Tað kemst helst av, at tá føroyingar síggja tílíkt, hugsa tey plastikk, meðan danir hugsa design, heldur Svanhild.
Men hon heldur samstundis, at tað er við at vinda meiri og meiri uppá seg hetta við, at fólk eru farin at hugsa um snið.
? Í øllum førum í Íslandi og í Danmark vindur tað meira upp á seg, og tað er jú bara gott, sigur hon smílandi.

Geri sum eg vil
Tað besta við at vera sniðgevi heldur Svanhild vera, at hon ger, sum hon vil og tað, sum hon vil.
Hon hevur ongar dreymir beinleiðis um at gerast tann heilt stóri sniðgevin. Hon sigur, at heldur er dreymurin bara at verða ein sniðgevi, sum sleppur at arbeiða, sum hon hevur hug til og útfrá sínum egna hugflogi.
? Sum við Eivør. Eg eri simpulten so heppin har. Eg sleppi alt og geri av sjálv. So um eg hevði fingið fleiri kundar sum hana, so hevði tað verið perfekt, sigur hon.
Samstundis ásannar hon, at tað hevur við sær, at hon ferðast nógv. Tí hon má allatíðina út at finna sær íblástur. Og tað finnur hon best við at vitja onnur forkunnug støð.
? Har síggi eg ofta nýggjar teknikkir og so framvegis. Ikki beinleiðis nakað, sum eg vil gera teimum eftir, men heldur fari eg heim at vita í hvønn mun tað ber til hjá mær at innføra nakað av tí, sum eg havi sæð, inn í mítt egna arbeiði.
Fyri framman liggur ein ferð til Borneo, har Svanhild skal verða í fimm vikur. Har væntar hon sær nógvar íblástur. Og tað heldur hon vera gott.
Svanhild hevur annars júst verið í gongd við ein nýggjan kjóla til Eivør. Hendan kjólan skuldi Eivør í til listastevnuna í Reykjavík.
Tá Eivør skal hava ein nýggjan kjóla, verður tað vanliga gjørt soleiðis, at Svanhild ger ein form, sum Eivør so passar.
? Tað er sera týdningarmikið, at passiformurin situr perfekt, tí Eivør skal kenna seg væl í klæðunum, sum hon framførir í, leggur Svanhild dent á.
Eivør sær so aloftast ikki kjólan aftur, fyrr enn hann kemur liðugur sendandi við postinum. Og tað er spennandi fyri tær báðar. Eivør, fyri at vita, hvussu kjólin at enda kom at síggja út, og fyri Svanhild fyri at vita, hvussu Eivør dámar.
? Hon hevur sum sagt enn ongantíð noktað at farið í nakað, sum eg havi gjørt, og tað vóni eg fer at halda fram, sigur Svanhild, persónligi sniðgevi hjá Eivør Pálsdóttir.