Svar til Andras Róin

Árni Vang

Las tína grein, har tú svaraði aftur til Dimmu og SVF viðv. internet og Prix Føroyar. Eg fari ikki at siga mína meining um tað skuldi verið ókeypis at sæð Prix Føroyar á netinum ella ikki, men tá tú sigur at: M.a. hava flestu londini í dag ikki »flatrate«, og kostnaður, sum er nevndur.... Hattar er entin ein beinleiðis lygn ella hevur tú ikki fingurin á pulsinum, hvat internet og flatrate í okkara grannalondum viðvíkjur. Eg gjørdi eina sera skjóta leiting á netinum, tók mær minni enn 5 min., og eg brúkti bert Google, og fann, at í Norra er tað Telenor; Finnlandi eru tað Saunalathi og Tiscali, og í Danmark eru tað Telia, Cybercity og Stofanet, ið kunnu bjóða FLATRATE. Eru møguliga fleiri aðrar fyritøkur, ið bjóða flatrate internet í hasum londum, men eg haldi, at eg havi víst á nóg nógv dømir.
Eg havi spurt meg sjálvan, hví stjórin á Føroya Tele, ein maður, ið eg havi stóra virðing fyri, fyri tað arbeiði, tú og fyritøkan hava gjørt fyri samskifti í Føroyum, kann finna upp á at siga, at flestu lond ikki hava flatrate!?!
Eg havi sjálvur búð niðri, og eg veit/skilji væl, at internet-útbjóðarar her heima ikki kunnu bjóða somu tænastu sum t. d. í Danmark, men vinarliga ikki gera okkum fyri gjøldur við at samanlíkna tykkum við internet-útbjóðarar í Danmark, tí tit koma ikki upp á hálvan skógv av teimum. Búði har fyri fimm árum síðani, og longu tá vóru teir langt framman fyri, hvat tit eru í dag.
Eg ælti ikki, at hettar skal blíva til eitt kjak millum meg og Føroya Tele ella Kall, men vil bara siga mína meining og rætta Andras Róin viðv. flatrate útbjóðing í okkara grannalondum.
ps. Eg fann einki um flatrate útbjóðan í Svøríki, men haldi ikki, at tað er neyðugt.