Svar til Sjúrð Olsen, býraðslim í Havn

Sjúrður Olsen, býráðslimur í Havn, hevur í Sosialinum í 14. febr. eina viðmerking til eina samrøðu, ið Sosialurin hevði við meg 12. febr. um ferðslutrupulleikar á Velbastað, og um ónøgd foreldur á Hvítanesi orsaka broyttu ferðaætlanini hjá Bussleiðini

Fyri at taka afturíaftur tey ítøkiligu málini er stutt at siga, at trupulleikin hjá skúlabørnunum á Hvítanesi vónandi skuldi verði loystur á ein nøktandi hátt við teimum justeringum í nýggju koyritíðunum, sum verða gjørdar nú og fram til 1. mars. Trupulleikin á Velbastað er tíverri ikki loystur enn. Kinkur kom í tað málið orsakað av ymiskum áskoðanum millum Landsverk og kommununa um ábyrgdina av nevnda vegastrekki. Síðani er málið komið í drag, men vónandi fæst tó ein nøktandi loysn á hesum máli nú í vár.

Tað er ógvuliga løgi, at Sjúrður einki kennir til hesi mál, tí tey hava verið til viðgerðar í teknisku nevnd, har Sjúrður er nevndarlimur; og tað eina málið hevur enntá fingið fleiri viðgerðir.

Sjúrður sigur seg heldur einki vita um ta vanlukkuligu støðu, sum tekniska umsitingin er í orsakað av viðvarandi og munandi undirmanning, tí kvalifiserað fólk ikki fæst at søkja tey mongu ósettu størvini. Hendan støðan inniber m.a., at einki fólk longur er burturav at taka sær av ferðsluspurningunum í kommununi. Ja Sjúrður sigur enntá, at hesi viðurskifti eru tað reina tvætl. Sjálv meti eg tó hendan trupulleikan við stóra mannfallinum í teknisku umsitingini somikið álvarsaman, at eg havi viðgjørt og reist málið í nevndini. Síðani Sjúrður heldur ikki hevur fingið hetta við, kundi man nærum farið at hildið, at maðurin situr í øðrum tonkum á nevndarfundunum.

Eisini finnist Sjúrður at øktu útreiðslunum til umsitingina. Eitt av málunum hjá núsitandi meiriluta í Tórshavnar býráð var júst at styrkja um umsitingina. Hetta var alneyðugt, og átti at havt verið gjørt fyri nógvum árum síðani, soleiðis at kommunan hevði verið tilreiðar at taka ímóti øktu uppgávunum í kjalarvørrinum av kommunusamanleggingunum. Kommunan er vaksin ómetaliga nógv í vavi seinnu árini, og hetta krevur eina munandi fyrisitingarliga røkt. Sum høvuðsstaðarkommuna skal og eigur Tórshavn at vera tann førandi. Kommunan hevur ógvuliga tilvitaðar borgara, ið bert er at fegnast um, men tað setur eisini krøv til tænastustøðið frá umsitingini.

Men tað var ein øgiligur goragangur av býráðsminnilutanum, tá ið fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2008 var til viðgerðar, og nógvar vóru atfinningarnar um hækkanina til kommunalu umsitingina. Nei, Sjúrður, ein munandi uppraðfesting av kommunalu umsitingini átti at havt verði gjørt fyri nógvum árum síðani, so sótu vit ikki í hesu vanlukkuligu støðuni í dag. At byggja upp eina góða, sterka og vælvirkandi umsiting gerst ikki eftir einum degi, nei tað tekur nógv ár, og krevur somuleiðis tann neyðuga peningin.

Ferðslutrupulleikar í kommununi, ið hava átrokandi tørv á at verða loystir, eru mangir, bæði av meira yvirskipaðum og strukturellum slagi, men sanniliga eru eisini ein rúgva av sokallaðum “brandsløkkingaruppgávum”. Ferðslutrupulleikar á Hvítanesi og á Velbastað eru úr tveimum av bygdunum í Tórshavnar kommunu, og hesir eru tíverri als ikki nøkur eindømi í somáta. Í teknisku nevnd eru vit vorðin kunnað um m.a. teir stóru og álvarsligu ferðslutrupulleikarnar á bygdarvegnum í Kollafirði, ið borgararnir har hava gjørt vart við fleiri ferðir. Nevndin tekur trupulleikarnar í álvara, og vónar at hava eina nøktandi loysn í ár.

 

 

Marin Katrina Frýdal

býráðslimur

forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð