Svara kæruni innan eina viku

Meginfelag Útróðrarmanna fær nú loksins svar upp á kæruna móti Høgna Hoydal

13. desember fjør kærdi Meginfelag Útróðrarmanna Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri Landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum, tí felagið metti, at landsstýrismaðurin ósamsvar er í atlitunum, sum landsstýrismanninum er kravt at taka sambært lógini tá dagar skulu ásetast og so hvat hann hevur gjørt.


Tað hevur gingið striltið at fingið svar frá nevndini, men nú røkist endiliga fyri, at nevndin ger eina niðurstøðu.


Í dag var fundur í nevndini, har millum annað landsstýrismaðurin var til staðar í samband við klaguna hjá Meginfelag Útróðrarmanna, og sambært nývalda formanninum í Landsstýrismálanevndini, Magnus Rasmussen, so er nú klárt at svara klaguni.


- Vit fara at gera eina niðurstøðu innan eina viku. Tað er vist, at tað verður liðugt í hesi vikuni, men hvørt fall fyrst í vikuni er ein niðurstøða klár, sigur Magnus Rasmussen.