Brævið hevur í yvirskriftini 2 spurningar: Hvussu skal framhaldsdeildin í fólkaskúlanum skipast í framtíðini í Tórshavnar kommunu? Nær verður uppskotið um felags framhaldsdeild viðgjørt í mentamálanevndini?
Í brævinum verður víst til eitt annað bræv, dagfest 11. mars 2002, við uppskoti um at gera eina felags framhaldsdeild fyri teir 5 skúlarnar í kommununi, sum í dag bert hava grunddeild. Sagt verður, at uppskotið er sent býráðnum, men at tað ongantíð er viðgjørt í mentamálanevndini.
Taka vit seinna spurningin í yvirskriftini fyrst: Nær verður uppskotið um felags framhaldsdeild viðgjørt í mentamálanevndini, er at siga, at:
Uppskotið varð viðgjørt í mentamálanevndini ein mánað eftir, at tað varð skrivað.
Á fundi í mentamálanevndini 10. apríl 2002: var samtykt at fylgja uppskotsstillaranum í: at uppskotið skuldi verða sent til ummælis hjá skúlastýrunum og skúlaleiðslunum.
Í brævi, dagfest 19. apríl 2002, sendir mentamáladeildin uppskotið til ummælis.
Bara ein skúli hevur svarað, og er tað Sankta Frans skúli, sum tók undir við uppskotinum um felags framhaldsdeild fyri teir 5 skúlarnar.
Enn er onki svarskriv komið frá øðrum skúlum.
Fara vit so til annan spurningin í yvirskriftini: Hvussu skal framhaldsdeildin í fólkaskúlanum skipast í framtíðini í Tórshavnar kommunu? er at siga, at:
Nýggja fólkaskúlalógin, sum kom í gildið í 1997, setur heilt øðrvísi krøv til m.a. undirvísing, skúlastovur og samstarv. Tí hevur verið arbeitt við at endurskoða skúlabygningarnar í kommununi við atliti til at dagføra teir, soleiðis at teir koma at lúka hesi krøv.
Stóra útstykkingin í Hoyvíkshaganum seinastu árini hevur havt við sær, at har er - og verður - ein stór miðsavnan av barnafamiljum. Tí varð farið at fyrireika bygging av nýggjum skúla við Løgmannabreyt.
Á fundi í mentamálanevndini 25. september 2002 var samtykt: at skúlin við Løgmannabreyt verður ein 2-sporaður skúli frá 1. - 9. flokk, íroknað frítíðarskúla, og at núverandi Hoyvíkar skúli verður ein 2-sporaður skúli frá 1. - 9. flokk.
Somuleiðis varð samtykt: at 10. flokkarnir fara oman í Eysturskúlan.
Arbeitt hevur verið víðari við skúlanum við Løgmannabreyt, og var málið enn einaferð viðgjørt, tá programmið var liðugt herfyri.
Í mentamálanevndini 16. september 2003 er samtykt: at taka undir við programminum, og á býráðsfundi 25. september 2003 var einmælt samtykt at taka undir við mentamálanevndini við tí ískoyti, at málið verður lagt aftur fyri býráðið, tá dispositión og projektuppskot eru lið-ug.
Viðvíkjandi skúlanum í Kollafirði er at siga, at áðrenn Kollafjørður og Havnin løgdu saman, var skúlasamstarv millum kommunurnar í Norðstreymoy, í Sundalagnum og norðara parti av Eysturoynni. Næmingarnir í hesum bygdum ganga í framhaldsdeildini í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Men eftir at Havnin og Kollafjørður løgdu saman, fara næmingarnir í Kollafirði í framhaldsdeildina í Eysturskúlanum. Talan er um einar 30 - 40 næmingar.
Tann "relativt" langa flutningsleiðin hjá næmingunum og tessvegna drúgvi skúladagurin hevur gjørt, at næmingar og foreldur í Kollafirði hava ynskt at fáa eina framhaldsdeild í bygdini.
Mentamálanevndin hevur 5. februar 2003 samtykt: at taka undir við, at í framtíðini kemur 8. og 9. flokkur at vera í skúlan-um í Kollafirði.
Byggiprogramm og dispositiónsætlan vóru løgd fram til kunningar í Kollafjarðarnevndini 31. januar 2003 og í býráðnum 20. februar 2003.
Tilskilast skal, at seinastu árini hevur eitt skipað skúlasamstarv verið millum skúlarnar í Kollafirði og Kaldbak. Kaldbaksbørn eru nakrar tímar um vikuna í Kollafirði, t.d. í teimum handaligu fakunum og í ítrótti. Í framtíðini "kann hugsast", at skúlanæmingarnir í Kaldbak "heldur fara" í framhaldsdeildina í Kollafirði enn í Eysturskúl-an.
Á býráðsfundi 20. februar 2003 varð samtykt at, uppskotið um felags framhaldsdeild fyri skúlarnar í kommununi verður beint í mentamálanevndina.
Viðmerkjast skal, at málið er ikki viðgjørt sum serstakt mál. Men spurningurin um framhaldsdeild verður tikið upp á komandi fundi í mentamálanevndini til framhaldandi viðgerð.
Verður tikið samanum, kann staðfestast at:
?Nýggi skúlin við Løgmannabreyt verður ein 2-sporaður skúli frá 1. til 9. flokk
?Hoyvíkar skúli verður ein 2-sporaður skúli frá 1. til 9. flokk
?Skúlin í Kollafirði verður ein 1-sporaður skúli frá 1. til 9. flokk
Til spurningin, um nøkur ætlan er at orða ein framtíðar skúlapolitikk fyri kommununa?
Er svarið: Jú, tað verður arbeitt við einum framtíðar skúlapolitikki, sum verður orðaður at leggja fyri mentamálanevndina og býráðið.
Stórar avbjóðingar liggja fyri framman. Her verður serliga hugsað um næmingarnar í 10. flokki, har neyðugt verður at víðka og menna samstarvið, ið longu er millum skúlarnar, soleiðis at 10. skúlaárið gerst ein hóskandi og spennandi avbjóðing fyri okkara skúlaungdóm.