Sjúrður Berg er føroyingur, men hevur búð í Danmark síðani hann varð trý ára gamal. Hann býr í Hirtshals saman við mammuni, Joan Berg.
Sum tíggju ára gamal byrjaði Sjúrður at venja taekwondo. Síðani hevur hann ment seg støðugt, og er hann í dag tann yngsti taekwondo-íðkarin í Norðurjyllandi, sum hevur fingið svart belti.
Sjúrður byrjaði at venja taekwondo saman við einum vinmanni. Foreldur teirra skiftust um at koyra teir báðar til venjing. Vinmaðurin gavst tó eftir ein tíð var liðin, men Sjúrður var treiskur og helt áfram. Júst treiskni og ídni hjá Sjúrða hava síðani komið honum til góðar. Tað staðfestir formaðurin í Hjørring Taekwondo Klub, Kent Sørensen, fyri Nordjyske Stiftstidende.
At evnini hjá Sjúrða eru eyðsýnd, er ikki yvir at dylja. Hóast lítil á vøkstri, so er hann høgt í metum millum limirnar í Hjørring Taekwondo Klub, har hann longu sum 14 ára gamal fekk svarta belti. Hjørring Taekwondo Klub hevur 35 limir, og Sjúrður Berg er saman við tveimum øðrum teir einastu har, sum hava svarta belti.
Við Nordjyske Stiftstidende sigur Sjúrður Berg, at hann altíð hevur vant saman við teimum, ið eru í hægri vektflokki enn hann sjálvur, og tað er komið honum til góðar seinni. Sjúrður Berg staðfestir eisini, at tað ikki kynstrið at sláa, sparka ella verja seg, sum eru drívmegin hjá honum. Harafturímóti er tað samanhaldið og vinarlagið í Hjørring Taekwondo Klub.
Í Føroyum er onki taekwondofelag. Tað nærmasta hesum í Føroyum, er Judo. 25 ár eru síðani Judosamband Føroya var stovnsett, og í dag eru tvey judofeløg í Føroyum – Sunda Judofelag og Havnar Judofelag.
Íðkararnir í hesum feløgunum fyrireika seg nú so smátt til oyggjaleikirnar á Rhodos komandi ár. Ein partur av hesum fyrireikingum eru kappingar uttanlands, og 25. november skal judolandsliðið til Danmarkar at luttaka í kapping í Hillerød.