Svart summar í Norðurlandahúsinum

Annan mánadag verður heimsfrumframsýning av filmsverkinum, Black Summer. Talan er um verk, sum eitt enskt filmslið tók upp í Føroyum í fjør summar, men har bert føroyskir leikarar eru við. Tað er nakað, sum ikki er hent, síðani spanski Miguel M. Hidalgo gjørdi filmarnar, Rannvá, Páll Fangi og Heystblómur her á landi í 70´unum. Fólkini handan films- og tónleikaverkið ”Black Summer” kalla seg the Pony Tales. Talan er um samstarv millum tónleikaran og tónasmiðin Kristoffer Sonne og filmsleikstjóran Nadia Marquard Otzen. Tey er bæði donsk, men hava búð og virkað í London í fleiri ár.