Svarta óhepnir í tveimum dystum á rað (FM1)

(FM1) Agnar Prestá (Portalurin), Jens Martin Knudsen og Petur Asbjørn Lervig settu orð á føroyska avrikið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge og "Triði Hálvleikur" á FM1 gjørdu við Agnar Prestá, ítróttarskrivara hjá Portalinum, Jens Martin Knudsen, málmanslegendu og Petur Asbjørn Lervig, fótbóltsfrásøgumann á FM1.

 

 

Samrøðurnar snúðu seg um avrikið hjá føroyska landsliðnum ímóti Rumenia í Cluj í kvøld, har vit rættiliga misvísandi taptu 1-4.

 

 

Menn eru ikki nøgdir við verjuspælið teir sjey katastrofalu minuttirnar tá rumenar skoraðu trý mál í fyrra hálvleiki. Leikliga eru tó nógvir lutir at gleðast um í tí framrættaða partinum.

 

 

Jens Martin Knudsen staðfestir, at í hesum báðum dystunum ímóti Malta og Rumenia hava føroyingar verið svarta óhepnir ikki at fáa fleiri mál.

 

Agnar Prestá undirstrikar, at komandi mótstøðuliðið er Spania, og tá má verjuparturin verða munandi betri enn hann var í Cluj í kvøld.