Svartkjaftaprísurin nógv lækkaður

Svartkjaftaskipini fáa væntandi munandi minni burturúr í ár orsakað av minni prísi, minni kvotu og dýrari olju Prísurin á svartkjafti var óvanliga góður í 2007, hann lá um tær 1,25 DKK/kilo í meðal fyri alt árið. Men í ár er støðan broytt.

-Ikki ber til at siga hvat miðalprísurin verður fyri alt ári, tí vit eru ikki komin longur en helvt við svartkjaftaveiðuni, men miðalprísurin verður heilt víst nógv lægri enn í 2007 - vit meta eini 25% lægri enn í fjør, sum hevði givið ein miðalprís millum 90 og 95 oyru, skrivar Vinnan á sínari heimasíðu.

Sagt verður, at um eitt meðal svartkjaftaskip fer at fiska eini 20.000 til 24.000 tons av svartkjafti í ár, so svarar príslækkingin til einar 6 til 8 milliónir krónur.

Men tað er ikki alt. Víst verður á, at kvotan av svartkjafti er minkað heili 41% í ár, og oljuprísirnir er hækkaðir við 20% fyri hesa vertíðina.

Kelda: Vinnan