Tann fyrsta MSC-góðkenningin av svartkjaftafiskiskapi er nú ávegis. Eitt samtak av reiðaríum í Hálandi, Fraklandi, Onglandi, Litauen, Danmark og Írlandi hava í felag byrjað eina tilgongd til at fáa svartkjaftin MSC-góðkendan.
Góðkenningin verður væntandi upp á pláss einaferð í 2015.
Tað veit Felagið Nótaskip at siga. Felagið hevur í eina tíð umhugsað at fáa svartkjaftafiskiskapin hjá sínum limum MSC-góðkendan, og ein tilgongd til góðkenningina byrjar nú.
Nótaskipini hava frammanundan MSC-góðkenning av fiskiskapinum eftir norðhavssild, men henda góðkenning hevur verið suspenderað í eitt ár í samband við stóru sildakvotuna, sum Føroyar ásettu sær í 2013.
Nú føroyska sildakvotan í 2014 er minkað niður í 40.000 tons, vónar Felagið Nótaskip, at tað fer at bera til at fáa góðkenningina virknað aftur.
- Í løtuni hevur eingin MSC-gókenning av fiskiskapinum eftir makreli, tí allar góðkenningarnar vórðu tiknar aftur sum avleiðing av ósemjuni um býtið av makrelkvotuni.
Felagið Nótaskip veit at siga, at nú ES, Noreg og Føroyar hava gjørt eina 5-ára avtalu um býtið av makrelinum, hava felagskapir í ES og Noregi aftur søkt um at fáa MSC-góðkenning. Tað fer Felagið Nótaskip eisini at søkja um fyri sínar limir.
- Tað tekur umleið eitt ár at fáa eina góðkenning avgreidda, og tí verður makrelurin ikki MSC-góðkendur fyrr enn einaferð næsta summar, sigur felagið.