Sosialurin hevur frætt frá sera álítandi keldum, at tekniski stjórin í Sjónvarpi Føroya, Dávur Isfeldt, er farin úr starvinum. Hetta vildi sjónvarpsstjórin, Mikkjal Helmsdal, tó ikki váttað.
? Eg havi onga viðmerking til hatta beint nú, var einasta svar Sosialurin fekk, tá roynt varð at fáa tíðindini váttað ella avsannað. Sjónvarpsstjórin vildi ikki gera nakra viðmerking til nakað sum helst hesum viðvíkjandi.
Um so er, at tíðindini eru sonn, so kann gangast út frá, at hetta er ein beinleiðis avleiðing av brølaranum hjá Sjónvarpi Føroya í sambandi við dystin leygardagin í millum Skotlandi og Føroyar. Tá føroyingar bert sóu brot av dystinum í sjónvarpinum.
Men sum sagt so eru hesi tíðindi ikki váttað enn, men nógv bendir á, at tey eru sonn.