Fríggjadagin 13. oktober 2006 stóðu fýra næmingar á IT Skolen í Vejle sveinaroynd innan ”kommunikation- og sikringsteknik”, sum fakið eitur á donskum . Av hesum vóru tveir føroyingar: Bárður Nielsen úr Skopun og Terji Solberg Johansen úr Havn, sum báðir eru í læru hjá P/F El & Tele á Argjum.
”Kommunikation- og sikringsteknik” er elektrikaraútbúgving við einum yvirbygningi, har dentur er lagur á at læra um tele-data- og trygdar- loysnir.
Bárður og Terji verða útlærdir í mars 2007.