Mánadagin verður uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár lagt fram. Eftir av fíggarmálaráðharrin í eina tíð hevur roynt at fáa kabalina at ganga upp, hava teir fýra samgonguflokkarnir nú formliga góðkent fíggjarlógaruppskotið, sum er tað fyrsta hjá hesi samgonguni, ið sá dagsins ljós 6.juni.
At løgtingsval var í vár og ein nýggj samgonga er skipað við einum nýggjum samgonguskjali sum grundarsteini undir sínum arbeiði, fer at merkja fíggjarlógina, og kanska serliga fíggjarlógarviðgerðina, metir Anfinn Kallsberg, løgmaður. Drúgvu samráðingarnar um at skipa nýggja samgongu gjørdu, at fíggjarlógararbeiði byrjaði ikki fyrr enn einaferð í juni. Sjálvt um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum setti 5.august sum evstamark fyri, nær landsstýrismenninir skulu koma við teirra tølum og ynskjum, so komu síðstu tølini ikki fyrr enn beint áðrenn fíggjarlógaruppskotið skuldi til prentingar, og tað er sera óheppið og als ikki nøktandi, metir Anfinn Kallsberg.
- Av tí at skotbráið hevur verið so stutt, kunnu vit vænta, at partar av tí viðgerðini, sum átti at farið fram innanhýsis í samgonguni, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fór niðan í Tingið, nú í staðin fer fram í løgtinginum og millum viðgerðirnar, vísir løgmaður á. Samgongan er í høvuðsheitum samd um fíggjarlógaruppskotið, men tað slepst helst ikki undan, at nakrar broytingar verða gjørdar, leggur hann afturat.
Byggir á herðarnar
Løgmaður metir annars ikki, at hetta fíggjarlógaruppskotið er so nógv merkt av, at ein nýggj samgonga er skipað.
- Ein fíggjarlóg vil altíð byggja á ta undanfarnu, og í fíggjarlógini fyri 2003 eru harumframt nógvar bindingar, sum ger "rásarúmið" , har pláss er til broytingar, trongt. Á íløgusíðuni hevur undanfarna samgonga bundið seg til fleiri stórar íløgur, t.d. Suðuroyarskipið, samferðsluhavn í Suðuroynni og játtanir til Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Her er talan um stórar íløgur, sum avmarka møguleikarnar hjá samgonguni, og sum gera, at neyðugt verður at raðfesta aðrar íløgur lægri, vísir løgmaður á. Tí verður ikki pláss til nógv av ynskjunum, sum landsstýrismenninir hvør í sínum lagi kundu hugsað sær at fingið framt í verki. Løgmaður vil tó ikki siga, hvørt krøvini frá landsstýrisfólkunum, harav fleiri eru nýggj, eru størri í ár enn undanfarin ár. Eisini tá verður havt í huga, at árið í ár hevur verið merkt av einum langum valstríði, og einum løgtingsvali.
- Krøvini eru altíð stór til eina fíggjarlóg, serliga í uppgangandi tíðum. Tað er greitt, at nógv liggur framvegis á láni síðan kreppuárini fyrst í nítiárunum, og síðan tað fór at ganga betri í samfelagnum, hevur verið trýst á fyri at fáa ymiskt gjørt, t.d. vegir og havnir, skúlar, heilsuverk, eldraøkið osv. Men vit mugu hava í huga, at tað ber ikki til at gera alt í senn. Tað er aftur ein spurningur um at raðfesta. Harumframt má ansast eftir, at tað almenna ikki tekur alla arbeiðsorkuna í landinum, sigur løgmaður og vísir á, at longu í dag eru fleiri fløskuhálsar, t.d. í byggivinnuni, har trupult er at fáa fólk at gera ymisk arbeiði.
- Undanfarna samgonga setti sær fyri at fáa gjørt nakrar stórar íløgur, sum vit mettu vóru neyðugar. Til dømis verða nýggja Suðuroyarskipið og samferðsluhavnin í Suðuroynni tungir postar á fíggjarlógini, bæði næsta ár og í 2004. Men tá eru íløgurnar eisini goldnar, og pláss verður aftur til aðrar íløgur, vísir løgmaður á.
Yvirskot og skattalætti
Løgmaður kann bara staðfesta orðini hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at fíggjarlógin fyri 2003 fer at geva yvirskot. Hann vísir á, at í samgonguskjalinum hava flokkarnir í samgonguni bundið seg til, at munurin millum inntøkur og útreiðslur skal vaksa positivt á hvørjum ári, tvs. at budgetteraða yvirskotið skal vaksa á hvørjum ári. Og henda málsetning livir fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 upp til, sigur Anfinn Kallsberg.
Ein annar av yvirordnaðu málsetningunum í samgonguskjalinum er, at skatturin skal lækka. Og skatturin fer at lækka næsta ár, lovar løgmaður. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er hædd ikki tikin fyri skattalættanum.
- Tað er vanligt, at fíggjarlógaruppskotið verður snikkað til eftir teimum fortreytum, sum eru galdandi, tá uppskotið verður gjørt. Skal skatturin lækka, so er neyðugt við lógarbroytingum, og arbeitt verður í løtuni við at fáa hesar framdar, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vísir á, at skattalættin verður roknaður inn í fíggjarlógina millum viðgerðirnar í løgtinginum í heyst, og verður klárur, tá fíggjarlógin skal samtykkjast einaferð í desember.
Anfinn Kallsberg vil ikki gera viðmerkingar til, at fíggjarlógin næsta ár hækkar, møguliga við eini 100-150 milliónum krónum. Men greitt er, at stóru lønarhækkingarnar fara at síggjast aftur á fíggjarlógini. Anfinn Kallsberg vísir á, at samgongan hevur sett sær fyri at fáa skattin niður, heldur enn lønirnar upp, næstu árini. Men tað skal gerast í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, leggur hann afturat.
- Tað er bara ein vinnari, tá talan er um lønarhækkingar. Tað er ikki løntakarin, tað er ikki vinnan, men tað eru teir almennu kassarnir. Tí við lønarhækkingum gerast tað fleiri sum koma at gjalda høga marginalskattin, og tað gevur fleiri krónur í landskassan og kommunukassarnar. Harafturímóti merkir borgarin lítið og einki til sína lønarhækkan, samtíðis sum kappingarførið hjá vinnuni versnar. Tí er rættari at fáa skattin niður, vísir løgmaður á.
Eldraøkið raðfestast
Anfinn Kallsberg metir, at tann parturin av málsetningunum í samgonguskjalinum, sum sæst best aftur í fíggjarlógaruppskotinum, er eldraøkið.
- Í valstríðnum vóru allir flokkar samdir um, at tørvurin er stórur á eldraøkinum, og tað er eisini felt niður í samgonguskjalið, at nakað skal gerast við økið. So um eg skal taka nakað ávíst burturúr, so má tað vera eldraøkið, sum samgongan hevur valt at raðfesta høgt næsta ár, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.