X Factor-fepurin er í hæddini og miðlarnir eru ógvuliga kreativir, tá tað kemur til at koma við góðum søgunum, sum tekkja lesararnar. Litríka vikublaðið Se og hør hevur sanniliga brúkt lýsingarorð og myndatalu, sum vilja nakað, tá tey herfyri prentaðu samrøðu við Svein:
»Han er stanglækker, den 31-årige Sveinur Olsen, som i aften kan opleves i X Factor. Og hvis du er heldig, kan du se ham til sommer - når han svedig og fræk står og banker løs med sit kæmpe bor. Sveinur Olsen tjener nemlig til dagen og vejen ved at have et job som jord- og betonarbejder«, stendur millum annað at lesa í greinini, sum varð kunngjørd undan sendingini farna fríggjadag.
Sjálvur flennir Sveinur bara eftir hesum.
- Hatta er mega langt úti, men eitt ella annað stað er tað eisini bara stuttligt, sigur hann flennandi.
Sveinur er í løtuni við at fyrireika seg til live-showið fríggjadagin, tá hann fer at syngja lagið Somebody That I Used To Know hjá bólkinum Gotye. Hetta lagið kanst tú hoyra í YouTube-brotinum niðanfyri hesa grein, umframt at ein onnur og rættiliga alternativ útgáva av sanginum eisini er at finna har.
Og litríku lýsingarnar av Sveini kanst tú lesa her: www.seoghoer.dk/Nyheder/FilmOgTv/X%20Factor%20sveinur.aspx