Sveinur rokkaði Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið var á tremur við ungum fjepparum, tá Sveinur leygarkvøldið bleiv fagnaður, eftir at hann fríggjakvøldið sang seg víðari til finaluna í X-Factor.

- Hetta er eitt alvorligt surprise fyri meg, og eg veit als ikki, hvat eg skal siga. Sveinur Gaard Olsen var so mikið bilsin, at hann fleiri ferðir klóraði sær í nakkanum, tá hann leygarkvøldið var í Norðurlandahúsinum í samband við sjónvarpsupptøkur, ið Danmarks Radio stóð fyri. Upptøkurnar skulu brúkast til stóra finalubrakið, sum verður komandi fríggjakvøld í Boxen í Herning. Danmarks Radio hevði í samstarvi við Tórshavnar Kommunu og familju og vinir hjá Sveini skipað fyri rættiligari rokkveitslu í Norðurlandahúsinum. Nógv fólk var komið saman at fagna Svein, nú hann er komin í finaluna í donsku sangkappingini. Meginparturin vóru børn, sum høvdu gjørt ymisk skelti og málað navni hjá Sveini á kjálkan.



Sveinur tikin av bóli

Longu á flogvøllinum í Vágum fekk Sveinur tað fyrsta yvirraskilsið, tá hann skuldi flúgva við tyrlu til Havnar. Í Havn bleiv hann koyrdur runt í býnum við politieskortu, áðrenn hann kom inn í Norðurlandahúsið. Høvuðspersónurin sjálvur var sera ovfarin av stóru mannamúgvuni, sum tók ímóti, tá hann gekk á reyða teppinum inn í Norðurlandahúsið.



- Hetta hevði eg so avgjørt ikki væntað, eg veit als ikki, hvat hendir beint nú, segði Sveinur, meðan øll børnini vildu heilsa upp á føroysku X-Factor stjørnuna.



Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, var eisini til staðar í Norðurlandahúsinum, og hann er ikki sørt errin, um at ein havnarborgari hevur klárað seg so væl í sangkappingini.



- Sveinur hevur verið fantastiskur í X-Factor, og eg haldi avgjørt, at hann hevur uppiborið hesa veitsluna, segði ein ovurfegin Heðin Mortensen og legði afturat:



- Vit hava gjørt nógv burturúr, og sjálvandi skal Sveinur eisini hava politieskortu, júst sum vit kenna frá útlondunum. Tað skal vera akkurát sum ordiligt.





Rokkaði við beiggjanum

Hóast Sveinur var nakað seinkaður, og bíðitíðin gjørdist í so drúgv fyri børnini, so ljóðaðu gleðisrópini frá einum fullsettum sali næstan um allar geilar, tá Sveinur trein inn á pallin í Norðurlandahúsinum. Sjálvur visti hann einki um, at hann skuldi syngja, tí tað var nakað, beiggi hansara hevði skipað fyri.



- Fyri nøkrum fáum døgum síðani spurdi eg nakrar tónleikarar, sum eg kenni, um vit ikki skuldu spæla nøkur løg, sum Sveinur so kundi syngja til í Norðurlandahúsinum. Teir vóru allir beinavegin klárir, og vit hava so vant nakrar sangir til hesa veitsluna, greiðir Jákup Pauli Gaard Olsen frá.

Sveinur hevði tó ikki vant, tí hann visti av ongum. Tá hann kom inn í Norðurlandahúsið, bleiv hann førdur afturum tann stóra salin við oyramikrofonum, soleiðis at hann ikki fekk frænir av, hvat skuldi henda. Tónleikararnir byrjaðu at spæla, og Sveinur kom inn á pallin. Hóast hann fleiri ferðir segði í mikrofonina, at hann hevði ynskt, at hann hevði vant og dugað tekstirnar betri, so tyktist hetta ikki at hava nakran týdning fyri ungu áhoyrararnar, sum fleiri ferðir stóðu uppi og klappaðu og sungu við.



Sang fyri ommuni

Ein partur av familjuni hjá Sveini var eisini til staðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Á fremstu røð sat millum annað omma Svein, Halda Olsen, og henni dámdi væl at síggja ommusonin upptraðka.



- Mær dámar hetta ómetaliga væl, og tað er stuttligt at síggja hann syngja soleiðis, segði Halda Olsen, tá Sveinur var liðugur at syngja í Norðurlandahúsinum. Sum so mong onnur er hon ikki sørt bilsin av, at hann seinastu fríggjakvøldini hevur víst, at hann dugir at syngja.



- Honum hevur altíð dámað væl tónleik og hevur eisini spælt trummur, men vit vistu ikki, at hann eisini dugdi so væl at syngja.





Fegnast um stuðulin

Meðan Sveinur stóð á pallinum á Norðurlandahúsinum nýtti hann fleiri ferðir høvið at takka øllum teimum, sum hava stuðlað honum í X-Factor.



- Eg vil takka fyri allar sms-atkvøður og allan stuðul, sum tit hava givið mær, og eg eri ótrúliga glaður fyri, at tit øll eru komin her í Norðurlandahúsið í kvøld, segði Sveinur Gaard Olsen, áðrenn hann fór út í høllina at skriva autografar til tey hundraðtalsbørnini, sum vóru komin at síggja sína rokkstjørnu.