Sveinur skal allan vegin

Cutfather ynskir ikki at broyta nakað við Sveini, hóast teir báðir draga hvør sína tónlistarligu línu. – Sveinur skal gera tað, sum hann vil, tí hann veit hvat hann vil, ger Cutfather greitt

Rólant Waag Dam
----

Tað er sanniliga ikki hvør sum helst, ið Sveinur Gaard Olsen hevur fingið sum sín ráðgeva í X Factor-sangkappingini. Cutfather, ella Mich Hedin Hansen, ið er hansara borgarliga navn, hevur arbeitt við heimsstjørnum sum Kylie Minogue, Westlife, Christina Aguilera, Pussycat Dolls og Robyn, fyri bara at nevna nakrar. Nú er navnið Sveinur lagt aftrat hesi rúgvuni, og Cutfather dámar væl at arbeiða saman við 31 ára gamla havnamanninum.
- Eftir mínum tykki hevur Sveinur ein feitan hugburð. Hann er kul, hevur trúvirði og tað er feitt at arbeiða saman við slíkum fólki, er fyrsta metingin hjá Cutfather, tá vit biðja hann lýsa Svein. Hóast Cutfather er bæði upptikin og ein nógv umbiðin maður, gevur hann sær góðar stundir at tosa um føroyska rokkdreingin.
- Sveinur hevur trúvirði. Tað fer henda gongdin eisini at vísa. Hann veit gott hvønn stíl hann hevur og hvat hann vil. Sveinur veit, hvat fer at rigga og har er einki ivamál hjá honum. Kemur tú í gjøgnum X Factor við hesum, og megnar at byggja á tað hinumegin, so hevur tú trúvirði. Og eg vóni, at Sveinur fer allan vegin, sigur Cutfather.

Cutfather er Cutfather
Hesa løtuna vit sita saman við Cutfather, tykist hann at vera eins dámligur, sum hann er at síggja til hvørt fríggjakvøld í X Factor. Og Sveinur hevur eisini bara gott at bera 43 ára gamla dómaranum.
- Mich er akkurát soleiðis, sum hann virkar í sjónvarpinum. Hann er ómetaliga fittur og avslappaður. Og hann flennir nógv, sigur Sveinur, sum er ógvuliga fegin um at hava fingið Cutfather knýttan at sær, hóast Sveinur er meiri rokkari og Cutfather poppari.

Skal tíma sangirnar
Cutfather hevur um nakar drúgvar royndir, tá tað kemur til at framleiða tónleik. Men hóast hann hevur gjørt løg saman við heimsstjørnum, hevur hann ongar ætlanir um at beina Svein á nakra ávísa kós.
- Mín lutur sum framleiðari er at tryggja, at Sveinur varðveitir sín samleika. Eg skal hjálpa honum við at fínpussa nøkur ting og siga, at vit broyta hetta ella hatta. Men eg skal ikki hálað nakað yvir høvdið á honum. So missir tað trúvirði og kennist skeivt. Eg havi eisini givið honum nakrar sangir, har eg havi hugsað, at hetta kundi verið feitt. Men Sveinur hevur ikki brent fyri tí og tað hevur ljóðað heilt skeivt, greiðir Cutfather frá. Tískil er hansara uppgáva rættiliga einføld í mun til Svein.
- Sveinur skal gera tað, sum hann vil, tí hann veit hvat hann vil!