Tað var ein harður dystur um annað plássið í bólki E, tá ið Serbia og Sveis hittust í kvøld, har Brasil fyrr í dag vann 2-0 á Kosta Rika og hevði tikið fyrsta plássið í bólkinum.
Tað var gott lív í dystinum frá dystarbyrjan, og tað vóru einans gingnir fimm minuttir, tá ið Serbia legði seg á odda 1-0. Dusan Tadic sendi eitt innlegg innfyri, sum litríki áleyparin, Aleksandar Mitrovic, stútaði í málið. Sveis var eisini nógv á bóltinum, men tað var nógv meira bit í álopunum hjá Serbia.
Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá ið vinstrabeinið hjá Arsenal-miðvallaranum, Granit Xhaka, langaði bóltin í málið til 1-1. Eftir hetta gekk aftur og fram, og hóast tað sá út til at enda við stigabýti, so fall avgerðin í evstu løtu. Lítli, kviki Xherdan Shaqiri varð sendur avstað, og hann prikaði bóltin inn um málverjan til endaliga úrslitið, 2-1 til Sveis.
Sigurin hevur við sær, at Sveis leggur seg undir liðina á Brasil á fyrsta plássi. Tey hava fýra stig, meðan Serbia er beint í hølunum við trimum stigum. Kosta Rika hevur einki stig og er harvið rokið úr HM. Sveis er í góðari støðu, tí teir møta Kosta Rika í síðsta dystinum, meðan Serbia helst má vinna á Brasil í síðsta dystinum fyri at sleppa víðari. Teir dystirnir vera mikukvøldið kl.19.
Serbia – Sveis 1-2 (1-0)
1-0: Aleksandar Mitrovic, 5.
1-1: Granit Xhaka, 52.
1-2: Xherdan Shaqiri, 90.