Nú stundar av álvara til helst tann størsta hondbóltsdystin, sum nakrantíð er spældur í Føroyum. Hálvur tími er til avgerandi brakið ímillum føroyska U21-landsliðið og Finnland. Undan dystinum eru Føroyar oddalið í HM-undankappingarbólkinum við fýra stigum, meðan Finnland hevur tvey stig.
Undan stórdystinum hjá U21-monnunum hava Sveis og Ísrael spælt seinasta dyst sín í hesari undankappingini. Sveis vann hendan dystin 31-23, og tað betrar um fortreytirnar hjá føroyingunum áðrenn dystin ímóti finnum.
Við sigrinum kemur Sveis nevniliga á fýra stig, júst sum Føroyar. Sveis kann tó ikki yvirhála Føroyar, tí at Føroyar vunnu á Sveis, og fyrst og fremst eru tað innanhýsis dystirnir, sum telja, um londini hava líka nógv stig. Fyri Føroyar merkir sveisiski sigurin, at Føroyar nú hava ráð at tapa dystin ímóti Finnlandi við hægst tveimum málum. Hendan lítla fyrimunin høvdu føroyingar ikki havt, um sveisarar ikki høvdu vunnið seg upp á fýra stig.
Bæði Føroyar og Finnland eru byrjað at hita upp. Samstundis er høllin í Hálsi longu um at vera stúgvandi full, og tí kann helst væntast framúr góður stemningur, tá ið dysturin byrjar klokkan 17. In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn, og eisini sigur Rás2 frá dystinum.
Undan seinasta dystinum er stigatalvan í okkara HM-undankappingarbólki hendan:
1. Føroyar 4 stig
2. Sveis 4 stig
3. Finnland 2 stig
4. Ísrael 0 stig