- Young Boys vann seg víðari eitt umfar uttan glans. Tað er yvirskriftin á grein hjá sveisiska miðlinum "Der Bund".
Der Bund heldur, at KÍ var vandamiklari í fyrra hálvleiki, og tað var bert hepnið, at Young Boys ikki var aftanfyri í hálvleikinum.
Der Bund staðfestir, at tað var ein forloysingur tá Jean-Pierre Nsame legði Young Boys á odda við einum góðum stútara í seinna hálvleiki, og tá Miralem Sulejmani økti. Og so leggur Der Bund áherðslu á, at bert 18 ára gamli Jonn Johannesen skoraði fyri KÍ áðrenn Nicolas Moumi Ngamaleu tryggjaði Young Boys sigurin.
Der Bund heldur, at Young Boys hevði eina vánaliga upptakt til komandi umfarið í Champions League undankappingini, tá væl torførari mótstøðulið bíðar teimum.
Young Boys kunnu trekkja donsku FC Midtjylland í komandi undanumfarinum.
Young Boys skal longu sunnudagin spæla steypafinalu móti FC Basel.