Hetta er annað árið á rað, Vinnumálaráðið skipar fyri fyrilestri um orku og umhvørvi í sambandi við arbeiðið at orða yvirskipaðan orkupolitikk og elveitingarlóg fyri Føroyar. Í fjør var tað navnframi Bjørn Lomborg, ið helt fyrilestur um orku- og umhvørvisspurningar í Norðurlandahúsinum.
Í ár hevur Vinnumálaráðið valt at bjóða Svend Auken, fyrrverandi orkumálaráðharra, hendan vegin, tí hansara áskoðanir á orku- og umhvørvi standa í andsøgn við tær hjá Bjørn Lom-borg. Í fyrilestrinum fer Svend Auken at greiða frá sínum sjónarmiðum um grøna orku og umhvørvisvernd, umframt at greiða frá, hvussu ein væl skipaður orkupolitikkur kemur øllum pørtum í samfelagnum til gangs.
Svend Auken er føddur 24. mai 1943 í Århus. Hann er útbúgvin cand.scient.pol og hevur verið lektari við instituttið fyri statsvísind við lærda háskúlan í Århus frá 1973. Í árunum frá 1988 - 1992 var Svend Auken formaður í umhvørvisnevndini hjá teimum Evropeisku Sosialdemokratunum, og harumframt formaður fyri ST ráðstevnuni »Miljø for Europa« í Århus í 1998. Svend Auken er mest kendur um okkara leiðir sum danskur orkumálaráðharri, og hevur verið virkin javnaðarmaður í Danmark síðan miðskeiðis í 60unum. Hann hevur verið arbeiðsmálaráðharri frá 1977 til 1982, umhvørvismálaráðharri frá 1993 til 1994 og umhvørvis- og orkumálaráðharri frá 1994 til 2001, somuleiðis hevur hann verið limur í formansskapi Fólkatingsins síðan 2001, umframt at hann hevur sitið í fleiri ymiskum nevndum og ráðum umboðandi danska javnaðarflokkin í orku- og umhvørvisviðurskiftum.
Aftaná fyrilesturin, ið verður ókeypis og opin fyri almenninginum, verður høvi hjá fólki í salinum at seta Svend Auken spurningar.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið á tlf. 35 60 60 ella [email protected] .