Svend Thulesen er føddur í Keypmannahavn, sonur Marthu og Erik Thulesen. Foreldrini vóru donsk, og pápin var eina tíð sóknarprestur í Vági.
Svend fekk realprógv í Vági í 1943 og studentsprógv í Keypmannahavn í 1947. Í 1954 fekk hann prógv sum siviløkonom á handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Hann arbeiddi sum roknskaparmaður hjá Colgate-Palmolive í Keypmannahavn frá 1955-60. Hann var stjóri og sat í stýrinum fyri Nordafar í Føroyingahavnini frá 1960-65 og stjóri í P/F J.F.Kjølbro í Klaksvík í 30 ár, frá 1966-96.
Svend Thulesen hevði nógv álitisstørv í føroyska samfelagnum, t.d. sat hann í nevndini fyri Føroya Fiskasølu frá 1974-96, har hann í nógv ár var nevndarformaður. Hann sat í nevndini fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag frá 1975-82. Hann var formaður í stýrinum fyri Ráfiskanevndina frá 1967-77, í Føroya Reiðarafelag frá 1969-80 og Føroya Ídnaðargrunni frá 1971-75. Hann var nevndarlimur í Føroya Banka frá 1970-91 og í Realkredittinum frá 1970-97 og í Tryggingarsambandinum Føroyar frá 1979-83. Eisini var hann býráðslimur í Klaksvík frá 1981-84 og sum eykamaður frá 1985-88.
Svend giftist í 1951 við Astu, f. Gaard, fødd í 1930, dóttir Ellu f, Mohr, og Martin Gaard. Asta og Svend búðu í Klaksvík øll árini, meðan Svend var stjóri hjá J.F. Kjølbro. Tey fingu eina dóttir, Randi, sum er gift við Hans Paula Johannesen úr Klaksvík, tey búgva í Keypmannahavn og eiga synirnar Bjarka og Hjalta.
Síðst í 90-unum fluttu Asta og Svend til Danmarkar at búgva og búsettust í Keypmannahavn. Asta doyði í 1999.