Svenning av Lofti í Betesda sunnukvøldið

Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 vitjar Svenning av Lofti, og Sangkórið í Betesda syngur.

 

Svenning av Lofti er av Eiði og er giftur við Birgit (fødd Restorff) úr Havn, har tey búgva.

 

Tey bæði hava í mong ár verið virkin í HARRANS verki.

 

Svenning er kendur sum ein virkin evangelistur í og út frá brøðrasamkomunum.

 

Nú sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra Svenning í Betesda.

 

Hjartaliga vælkomin :)