Svenning Tausen 70 ár

Í dag, mikudagin 12. apríl, verður Svenning Tausen í Havn 70 ár. Svenning var í mong ár lærari og uppi í so mongum, sum hevði við skúlan at gera, og hann er kendur sum góður málmaður, ið hevur stuðlað og vegleitt so mongum í móðurmálinum.

                      Svenning er ættaður úr Hovi. Foreldrini vóru Johan Michael Tausen og Dorthea Elisabeth fødd Hammer. Tey vóru bæði úr Hovi. Tey fingu tvey børn: Elisa Johansen, sum býr á Signabø, og so Svenning. Harafturat vaks Sanna fødd Mortensen og gift Tausen upp í húsinum sum systkin hjá Svenningi. Hon búði í Hovi og er nú farin. At Sanna búði í Hovi var orsøk til, at familjan norðanfjørðs varðveitti sambandið suður. Hon hevði serligan tokka til og innlit í náttúruna, og tað var serliga førningurin, sum Svenning hevði við frá henni, ið var orsøk til, at Svenning fekk so stóran áhuga fyri og alsk og tokka til náttúruna.
                      Svenning tók realprógv í Vági í 1952. Áðrenn hann fór á læraraskúla, royndi hann skipslívið. Í 1958 leyk hann prógv á Føroya Læraraskúla, og síðani hevur Svenning verið lærari í høvuðsstaðnum. Fram til 1961 arbeiddi hann í Færøernes Mellem- og Realskole, sum hann nevndist, og so var Svenning á Føroya Studentaskúla, har hann fram til 1974 undirvísti í realdeildini.
                      Á sumri í 1974 tók Svenning við varaskúlastjórastarvinum í Eysturskúlanum, sum tá var nýggjur, og har var hann, inntil hann á sumri í 1996 fór úr starvi. Okkurt skifti hevði Svenning tímar á læraraskúlanum. Svenning hevur verið á fleiri skeiðum í lívfrøði, jarðfrøði og landalæru, kristni og støddfrøði og serliga í føroyskum máli og bókmentum.
                      Svenning hevur verið ógvuliga virkin í skúlapolitiskum høpi. Hann hevur verið við til at stovna og verið nevndarlimur í mong ár og fleiri ferðir formaður í eitt nú Bókadeild Føroya Lærarafelags, Skúlabókafelagnum, Bókamiðsøluni, Føroya Náttúra  Føroya Skúli, Føroya Skúlasavni og Bókadeild KFUM.
                      Svenning hevur skrivað Bíbliusøgur, sum kom út í 1961, Orð um Orð í 1984, Orð um Orð II 1990 og Orð og orðað 1996. Saman við øðrum hevur hann skrivað og týtt Náttúrusøguligur orðalisti 1961, Kristnikunnleiki til skúlabrúks 1972, 1975 og 1979, Lindýr 1964, Ættin unga 1982, Bíbliukortbók 1989, Fuglar í Norðurhøvum 1990, Litflora 1980 og Atlas 1993.
                      Svenning var nevndarlimur í Føroya Rithøvundafelag í nøkur ár, og hann sat í fyrstu føroysku navnanevndini, sum evnaði føroysk fólkanøvn. Í 1987 varð hann valdur í nevndina í Grunninum fyri føroyskum kirkjumáli.
                      Svenning hevur rættlisið og málsliga viðgjørt bøkur at geva út. Tað fara at verða tíggju ár síðani, at Svenning legði starvið frá sær. Ikki minst síðani hann fór úr lærarastarvinum, sum hann heilt frá blaðungum av hevði ætlað sær skuldi gerast lívsstarvið, hevur Svenning verið íðin, miðvísur og neyvur rættlesari. Hann hevur higartil lisið fleiri túsund handrit. Í evnisvavi hava teir fevnt víða. Svenning hevur eitt nú rættlisið um grannastevnur og landbúnaðarstevnur, stýrisskipanarálitið og frágreiðingina um 80ini, og hann hevur lisið onkra ljóðbókina.
Tað kemur ofta fyri, at einstaklingar, stovnar og fyritøkur heita á lítillætna og fryntliga hovbingin, sum gjørdist býarmynd í høvuðsstaðnum, um at veita málsliga vegleiðing. Eisini fjølmiðlunum hevur Svenning verið hentur. Bøkurnar Orð um Orð hava sín uppruna í málteiginum, sum Svenning í fleiri ár hevði í Sosialilnum, og Orð og orðað stava frá vegleiðingum, sum hann hevur havt fyri útvarpsmanningini.
Málvegleiðingin hjá Svenningi er eyðkend av, at málið skal vera einfalt og raðið. Frá barni av dámdi honum at sita undir, tá ið tey eldru høvdu orðið, og tað eru nátúrligar vendingar og orð úr óspilta bygdarmálinum, sum hann ber longri fram á vegnum í síni ráðgeving.
Í 1990 fekk Svenning Tausen M. A. Jacobsens virðislønina fyri yrkisbókmentir.
                      2. juli í 1966 giftist Svenning Amy Mariu fødd Olsen og ættað úr Rituvík. Tey bæði eru næstan javngomul. Amy verður 70 6. september. Amy og Svenning bygdu á Noregsvegi, og har búgva tey framvegis. Børnini hjá teimum eru Durita (1967) og Magnus (1971), sum bæði búgva í Havnini. Svenning eigur fýra abbabørn..
                      Føðingardagin er Svenning at hitta heima við hús.