Svensk eldsál til Føroya

Í næsta mánað kemur svenska Soheila Fors til Føroya at vitja.

Soheila Fors er úr Pakistan, men hevur búð í Svøríki í mong ár.

Í Svøríki hevur hon tikið við kristnari trúgv og hon er landskend í Svøríki fyri arbeiði sítt fyri kvinnur úr triðja heiminum.

Í hesum sambandi hevur hon latið, tað tey kalla, tehús, upp, har kvinnur úr fremmandum londum kunnu koma at leita sær ráðgeving og hjálp, eisini fyri ta kúging teimum er fyri í teirra egnu mentan.

Hon verður mett at vera ein eldsál og hon ferðast land og ríki runt at halda fyrilestrar fyri politikarum, løgreglufólki, á skúlum í kirkjum og aðrastaðni, har áhugi er fyri sosialum viðurskiftum.

Og nú er tað so Miðflokkurin, sum hevur boðið henni hendavegin.

Í Føroyum fer hon at halda almennan fyrilestur um kvinnukúging og mentan.

Hon plaga ikki leggja fingrarnar ímillum, tá ið hon viðgerð støðuna hjá kvinnum úr muslimskum mentanum og tað er komið fyri, at hon hevur havt løgregluna at verja seg, tí hon er hott eftir lívinum.

Hennara áskoðan er, at nógvastaðni eru tey so bangin fyri at vera skuldsett fyri snævurskygni og trongskygni, at tey leggja seg púra fløt fyri øðrum mentanum, sum í veruleikanum eru kvinnukúgandi og serstakliga snævurskygd og trongskygd.

Fyrilesturin í Føroyum verður 19. mai, men enn er ikki greitt hvat hann verður.