Svenski HM-silvurvinnarin, Reino Börjesson sum spældi við í HM-finaluni millum Svøríki og Brasil á Råsunda-leikvøllinum í Stokkhólmi í 1958 er deyður 94 ára gamal.
Nú eru bert tvær av svensku HM-hetjunum eftir á lívi. Teir eru Kurt Hamrin og Owe Ohlsson.
Brasil vann HM-finaluni 5-2 við stórspæli hjá m.ø. 17 ára gamla Pelé.
Reino Börjesson spældi bert 10 landsdystir fyri Svøríki, men hann valdi sær løturnar væl. Undir HM-endaspælinum á heimavølli í Svøríki sat hann á beinkinum teir fyrstu dystirnar, men vann sær so pláss á liðnum, og fekk heiðurin at spæla tann størsta fótbóltsdystin í svenskari søgu. Svøríki vann HM-bronsu í 1950 og í 1994, og tí stendur HM-silvurið í 1958 fremst í søguni hjá Svøríki.
Reino Börjesson spældi ongantíð fótbólt uttanfyri Svøríki. Millum 1948 og 1961 spældi hann við Jonsereds IF, IFK Göteborg, Norrby IF (ið hann umboðaði undir HM-endaspælinum í 1958), og Göteborgs-liðnum, Örgryte.
Havnarmaðurin, Poul Johan Poulsen var millum áskoðararnar til HM-finaluna á Råsunda leikvøllinum í 1958. Til ber at lesa um tað HER.
##med2##